Sambært Heina Holm, stillara, var tað ein sera kaotiskur dagur í Kvívík, tá listarnir til kommunuvalið skuldu inn, men tað fór onki skeivt fram, og í veruleikanum var talan næstan alla tíðina, um tveir listar og ikki ein.
- Soffi Egholm ringdi til mín klokkan tvey tann týsdagin, og greiddi frá, at nú vóru so nógv fólk farin av listanum hjá teimum, og at tey nú ynsktu at koma á mín lista. Eg segði, at tað var í ordan, sigur Heini Holm. Hann greiðir víðari frá, at tað altíð hava verið tveir listar, men tá Soffi Egholm kærdi sína neyð soleiðis, so helt hann tað vera rætt at loyva henni og tveimum øðrum á listan.
- Seinni um dagin síggi eg aftur listan, sum Soffi Egholm hevði gjørt av sínum eintingum, og tá var eitt annað navn komið á listan, sum eg ikki vildi hava uppá, og mann má minnast til, at tað eru stillararnir og ikki valevnini, ið eiga listan, fortelur Heini Holm. Hann fortelur eisini, at hann kanska hevði sæð øðrvísi uppá tingini, um Soffi Egholm longu klokkan tvey seinnapartin segði øll nøvnini.
Forðaðu ongum
Heini Holm metir heldur ikki, at Soffi Egholm sigur alt, tá hon greiðir frá, hvussu tingini gingu fyri seg.
- Eg ringdi sjálvur til hennara og segði, at eg ikki ynskti at hava seinasta valevnið hjá teimum á listanum, so tað er ikki rætt, tá hon sigur, at hon tilvildarliga fekk boðini, um at tey vóru koyrd av listanum. Eg segði við hana, at eg ikki ynskti hetta seinasta valevnið á listan, men at hini gott kundu vera verandi. Tá sigur hon við meg, at tey ikki ynsktu at vera á listanum meira, sigur Heini Holm. So sambært Heina Holm er tað als ikki rætt, sum Soffi Egholm segði við Sosialin mikudagin í seinastu viku.
Byrjaðu seint
Tað sum var forsøgan til allan ruðulleikan, er sambært Heina Holm, at tey komu seint í gongd við at gera listar.
- Vit byrjaðu ikki fyrr enn klokkan átta, hendan sama morgunin, sum listarnir skuldu inn, at samla listar. Orsøkin var bara, at ongin var farin í gongd. Tí fór eg í gongd klokkan átta, og klokkan tíggju ringdi Soffi Egholm og vildi hava fund. Tað vildi eg ikki, greiðir Heini Egholm frá. Helst fyri at undirstrika, at ætlanin ongantíð var at hava ein felagslista.
Onki blaðstríð
Heini Holm greiðir eisini frá, at hann á ongan hátt ynskti at koma í bløðini við innanhýsis kommunalum stríðið.
- Eg tók ikki telefonina hin dagin, tí eg visti, hvat tað var um, og eg haldi, at bygdarfólkið veit hvat er satt og ikki. Tað var ikki tí eg var bangin fyri at tosa um tingini, sigur Heini Egholm. Hann leggur afturat, at í øðrum støðum eru summi fólk eisini ónøgd við uppstillingina, men haðani hoyrist onki.
Ein visti av ongum
Tað vísti seg mikudagin, at eitt av valevnunum ikki visti, hvat tað var hann skrivaði undir uppá. Hetta er eisini satt, sambært Heina Holm.
- Valevnini nýtast í veruleikanum ikki at skriva undir nakað, men tað er bara tað, at Óli Hans Olsen var í Havn, og tí virkar tað kanska sum okkurt løgi var, men trupulleikin er, at nógv ting hendu beint áðrenn hann skrivaði undir listan, sigur Heini Holm.
Rætt farið fram
Í greinini mikudagin segði Soffi Egholm, at hon helt tað vera ódemokratiskt at hendingarnar fóru fram á tann hátt sum tær gjørdu, men tað heldur Heini Holm als ikki.
- Tað eru stillararnir, ið eiga listan. Tað eina valevni kundi eg ikki góðtaka, og tí vildi eg ikki vera við til endans, og vit blivu samd um at hava tveir listar, á sama hátt, sum mann altíð hevur gjørt í Kvívíkar kommunu, fortelur Heini Holm. Sum eisini heldur tað vera løgi, at tey fýra fólkini, sum fóru á hin listan, sótu í sama rúmi, tá hendingarnar fóru fram.
So tað verður áhugavert at síggja, hvat úrslit innlendismálaráðið kemur til, í klaguni frá einum av teinum uppstillaðu.