Uppibornir vinnarar

Liðskiparin hjá Kyndli helt, at tá alt kemur til alt, so vóru teir uppibornir føroyameistarar hetta kappingarárið

meistari

Teir áskoðarar, sum ikki høvdu eyguni vent beint ímóti VÍF málinum seinastu sekundini av dystinum leygardagin, varnaðust kanska, at ikki allir leikarar tóktust hava nervar at hyggja at hesa løtuna.
Ein av hesum var liðskiparin hjá Kyndli, Hans Áki Dal Christiansen. Við troyggjuni til at krógva andlitið stóð hann uppi við Kyndils-málið, og heldur enn at hyggja at brotskastinum, stardu eyguni út í tóman heim móti gongini, men eftir dystin helt hann fyri, at hetta ikki hevi nakað við nervar at gera.
- Nei. Eg fyrireikaði bara ein jubel-scenu, tí eg vist, at Jónleif fór at skora. Men tá hann so hevði gjørt tað, gloymdi eg alt um hetta, og rann bara yvir.

Tøkk fyri stuðulin
Um dystin sjálvan helt Hans Áki annars, at hann gjørdist júst so torførur, sum hann hevði roknað við. Og hann legði afturat, at hann hevði roknað við velduga endaspurtinum frá VÍF, sum mundi ognað teimum gullið.
- Vit hava altíð ein niðurtúr í hvørjum hálvleiki. So eg visti av vandanum.
- Og tað var so eisini um reppið, at vit mistu tað heila, men kortini haldi eg, at vit eru røttu vinnararnir í ár, tá tikið verður samanum. Eisini hóast tað ikki vóru allir VÍF-leikararnir, sum vildu taka í hondina á okkum eftir dystin. Sjálvir eri eg bara glaður, og lat meg so at enda senda eina lítla heilsan til áskoðararnar. Tit vóru fantastiskir í dag!