Upprunahandritið til Barbaru: Ongantíð verið burtur

Tað er beinleiðis skeivt, sum kom fram, tá 100 ára føðingardagurin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen varð hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, at upprunahandritið nú varð funnið aftur, og at danski bókmentagranskarin Hanne Flor Sørensen hevur funnið tað aftur.

 

Skal ein finna nakað, so má tað fyrst vera horvið, og upprunahandritið til Barbaru hevur ongantíð verið horvið. Heinesenfamiljan hevur goymt handritið í 62 ár

Upprunahandritið til bókina "Barbara" hevur verið í húsunum hjá familjuni hjá Williami Heinesen í 62 ár, til tað varð latið familjuni hjá Jørgen-Frantzi í síðstu viku. Mikudagin lat familjan hjá Jørgen-Frantzi Landsbókasavninum handritið, men æruna fyri at hava funnið handritið aftur fekk Hanne Flor Sørensen, sum hevur granskað í skaldskapinum hjá Jørgen-Frantzi. Eftir standa næstringarnir hjá Williami sum kánus, tí tað eru teir, ið hava varðveitt upprunahandritið í samfull 62 ár, men fingu onga tøkk fyri tað.

Zacharias Heinesen, sonur mæta skald okkara William Heinesen, hevur havt upprunahandritið til Barbaru, síðan mamma hansara, Elisa, lat honum tað í varðveitslu fyri fáum árum síðani.

Hósdagin í síðstu viku gjørdi familjan av at lata næstringum hjá Jørgen-Frantzi handritið, so at tey kundu lata Landsbókasavninum tað. Nú er tað sostatt ogn Føroya fólks.

Tað, sum Zacharias í hesum sambandi fílist á, er, at tað ikki hevur verið nóg væl kunnað um søguna hjá handritinum. Hanne Flor Sørensen fær heiðurin fyri at hava funnið handritið aftur, hóast tað ongantíð hevur verið burtur.

Teirra familja verður næstan ikki tikin uppá tunguna í sambandi við, at handritið skal vera komið undan kavi aftur. Tað hevur ligið uppi hjá teimum, síðan William fekk tað í 1938.

Tað hevur annars verið at hoyrt, at handritið er mist burtur, og at Hanne Flor hevur funnið tað aftur.

- Handritið hevur ongantíð verið burtur, men tað hevur altíð ligið trygt og gott hjá foreldrum mínum. Tó er tað Hanne Flor, sum skal hava funnið handritið aftur, og vit standa undrandi, sigur Zacharias Heinesen.


Harmast støðuna

Zacharias og familja hansara eru ikki sørt hørm um, at fólk kunnu hava fingið ta fatan, at handritið hevur verið burtur, tí tað hevur tað sambært teimum ongantíð verið.

Hanne Flor Sørensen hevur fingið loyvi frá familjuni hjá Williami, at granska í brævaskiftinum millum William og Jørgen-Frantz. Hesi brøv liggja á Det Kongelige Bibliotek í Keypmannahavn og fyri at granska í teimum, skal ein hava loyvi frá næstringunum. Hanne Flor Sørensen hevur í tíggju ár granskað skaldskapin hjá Jørgen-Frantzi, og hon fer í næstum at geva út bók um skaldið.

Av tí at Hanne Flor granskaði skaldskapin hjá Jørgen-Frantzi, helt Zacharias, at tey ikki skuldu fjala nakað, og lat henni tí ymiskt tilfar úr teirra goymslum, sum hevði við Jørgen-Frantz at gera. Harímillum var upprunahandritið.

- Avtalan var, at hon ikki skuldi fara víðari við nøkrum av hesum, men tann avtalan er ikki hildin. Tilfarið hevur hinvegin verið víst fram, sigur Zacharias.

Zacharias sigur, at teirra ætlan var allatíðina, at handritið skuldi latast Landsbókasavninum. Men tá familjan hjá Jørgen-Frantzi kravdi at fáa handritið, varð tað fyrst latið teimum ístaðin. Hetta varð gjørt, eftir at familjan hevði tingast um, hvat gerast skuldi við handritið.

- Vit hildu, at tað var uppá sítt pláss, at lata familjuni hjá Jørgen-Frantzi handritið, og hon kundi síðani lata Landsbókasavninum tað.

- Á samkomu í Norðurlandahúsinum mikudagin, takkar Súsanna Danielsen Hanne Flor Sørensen fyri at hava funnið handritið aftur, og tað undrast vit stórliga yvir. Hanne Flor hevur ikki fingið loyvi frá okkum at róta í okkara goymslum, sigur Zacharias.


Súsanna er kedd av hesum

- Um familjan hjá Williami Heinesen følir seg nipna í hesum her, so eri eg kedd av tí, og eg eri sera takksom fyri, at tey hava goymt handritið í so nógv ár. Eg var kanska eitt sindur ørkymlað, sigur Súsanna Danielsen, sum er systurdóttir Jørgen-Frantz.

- Eg havi ikki vitað nakað um hatta handritið, og Hanne Flor hevur spurt eftir tí í langa tíð, og eingin hevur vitað nakað um tað. Eg meini enn, at hon hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at finna tað fram, men harvið vil eg ikki taka nakað frá teimum, sum hava goymt tað í 62 ár, og eg eri glað fyri tað.


Upprunahandritið

Zacharias greiðir frá, at tá Jørgen-Frantz andaðist í 1938 hevði hann nakað av skuld, og tí legði skiftirætturin hald á búgv hansara. Harímillum var handritið til Barbaru.

William Heinesen, Kristian Matras og Trónd Olsen vildu hava handritið loyst, tí teir høvdu ætlanir um at geva tað út í bók, men tað var ov kostnaðarmikið at keypa leyst.

- Teir gjørdu alt fyri at fáa hendur á handritinum, tí teir høvdu ætlanir um at geva tað út, men tað gekk rúm tíð, áðrenn tað varð leysgivið.

Teir fóru síðani til Gyldendal við handritinum, men ein ritstjóri har, ráddi teimum frá at geva tað út í tí líki, tað var í, av tí at nakað vantaði í søguni.

William tók síðani ta uppgávu á seg at leggja seinastu hondina á verkið, og so varð bókin útgivin. Bókin seldi avbera væl, og hon rindaði skuldina hjá Jørgen-Frantz.

Upprunahandritið, sum Jørgen-Frantz skrivaði, liggur nú á Føroya Landsbókasavni, og vit eiga tað øll.