Uppsagnir skulu bøta um raksturin hjá Bústøðum

Hetta er ein liður í at bøta um raksturin hjá Bústøðum, sigur stjórin, Jógvan Ósá

Í morgun fingu sjey fólk á Bústøðum ætlanarskriv um uppsøgn, sum í veruleikanum merkir, at tey eru søgd úr starvi. Tey hava 14 dagar at gera sínar viðmerkingar

 

Stjóri í Bústøðum er Jógvan Ósá. Við útvarpið sigur hann, at orsøkin til uppsagnirnar er, at raksturin hjá Bústøðum er ov tungur. Hann sigur, at tað hevur verið alment kent síðani einaferð í vár, at arbeitt verður við at bøta um raksturin, og at uppsøgnirnar í dag eru partur av hesum.

 

Lesið eisini:Hópuppsagnir hjá Bústøðum í morgun

 

Á Bústøðum starvaðust sambært heimasíðu stovnsins 16 starvsfólk áðrenn tær sjey uppsøgnirnar í morgun.

 

Verandi stýrið í Bústøðum varð tilnevnt 18. apríl 2024.

 

Nýggi stjórin í Bústøðum, Jógvan Ósá, tók við starvinum nú tann 1. oktober. Hann er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður.

 

Hann kemur úr starvi sum tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar Kommunu og áðrenn tað, var hann tekniskur stjóri hjá Eysturkommunu.

 

Stýrislimir í Bústøðum eru:

Teitur Samuelsen, formaður

Ingibjørg Berg

Maud Hilduberg

Rakul í Gerðinum

Petur Even Djurhuus