Uppsagnir á Umhvørvisstovuni

Umhvørvisstovan má spara, got tí hava trý missa trý starvsfólk arbeiðið Játtanin hjá Umhvørvisstovuni er munandi minni í ár enn í fjør, og ætlanin at økja inntøkurnar hjá stovninum hava ikki gingið sum ætlað, tí kunngerðirnar, sum skuldu útvega stovninum meiri pengar, eru framvegis ikki lýstar.

Harafturat eru aðrar inntøkur vorðnr minni enn væntað, tí munandi minni virksemi hevur verið í byggivinnuni.

Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at tað ber ikki til at bíða longur eftir størri inntøkum, og tí hevur leiðslan gjørt av at skerja útreiðslurnar við trimum uppsagnum.