Uppsjóvarflotin til umvælingar hjá Mest

Seinastu dagarnar hevur partur av uppsjóvarflotanum verið til umvælingar hjá skipasmiðjuni Mest í Havn og á Skála.

 

Í góðveðrinum fríggjadagin vórðu hesar dronumyndirnar tiknar á báðum skipasmiðjunum hjá Mest.

 

Í Havn síggja vit uppsjóvarskipini Fagraberg úr Fuglafirði, Jupiter úr Gøtu og Fram í Vestmanna liggja við bryggju. Uppi á bedingini stendur íslendska uppsjóvarskipið Hoffell úr Fáskrúðsfirði, sum fór av bedingini í gjár. Eisini síggjast Skálafossur og Pressarin eins og nýggi sleipibáturin hjá skipasmiðjuni, Samson, á bedingini.

 

Á Skála síggja vit Finn Fríða í dokkini og Trónd í Gøtu við bryggju.