- Komandi vár verður komið á mál við at fáa føroyskan uppsjóvarfiskiskap MSC góðkendan.
Tað veit Felagið Nótaskip at siga í dag. Felagið hevur síðan 2010 havt MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir norðhavssild, og henda góðkenning skal endurnýggjast komandi vár.
- Harumframt er farið undir at fáa MSC góðkenning av fiskiskapinum eftir makreli og svartkjafti, og væntandi verður komið á mál við øllum trimum fiskasløgunum í mars mánaði komandi ár.
Felagið vísir á, at ídnaðarskipini eisini hava kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti, og tí er avtala gjørd millum Felagið Nótaskip og Felagið Ídnaðarskip um, at góðkenningarnar eisini skulu fevna um ídnaðarskipini.
Det Norske Veritas tekur sær av arbeiðnum við MSC góðkenningunum.
- Hevur tú ikki hesa góðkenning, er tú útihýstur frá ávísum marknaðum, og tað kann henda, at tú ikki fært sama prís, sum fæst fyri fisk, ið hevur góðkenning, sigur Felagið Nótaskip.