Uppskot til planetir

Nú er greitt hvørjir bólkar og einstaklingar eru í uppskoti til planetirnar, ið Planet.fo og Sosialurin fara at lata síðst í hesum mánaðanum.

Nú er klárt at atkvøða um planetirnar, ið verða handaðar á stóra galla kvøldinum á Hotel Føroyum 28. januar. Serliga dómsnevndin hevur funnið fimm uppskot til hvørja av teimum seks planetunum, ið tit kunnu atkvøða um á sms, frá nú og fram til 26. januar á miðnátt.

Í dómsnevndini sita fimm serkønir dómarar, ið umboða ymisk umhvørvi og leiklutir innan føroyskan tónleik. Her eru tónleikarar, sangarar, ummælarar, tónleikafyriskiparar og serfrøðingar, ið øll hava eitt felags eyðkenni, at øll hava ein brennandi áhuga og stórt forvitni, tá tað snýr seg um føroyskan tónleik.

Tey, ið eru í nevndini, eru Niels Uni Dam, Urd Johannesen, Sólarn Solmunde, Malan Eyðunsdóttir og Heri Ellingsgaard.

Til ber at atkvøða einaferð innan hvørja kategori fyri hvørja fartelefon, og øll fartelefonhald hjá Føroya Tele kunnu luttaka í atkvøðugreiðsluni. Hvør atkvøða kostar 5 kr. Sms atkvøðurnar telja helmingin av endaliga úrslitinum.

Limirnir í dómsnevndini atkvøða somuleiðis hvør í sínum lagi, og teirra samlaðu atkvøður telja hin helmingin av úrslitinum.

Síðani verða atkvøðurnar hjá fólki og dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður almannakunngjørt á stórfingna Planet tiltakinum á Hotel Føroyum.

Harafturat verður eisini ein serlig Planet-heiðursløn latin einum persóni, sum hevur avrikað nakað serligt í føroyskum tónleiki gjøgnum árini. Atkvøtt verður tó ikki um serligu Planet-heiðurslønina. Dómsnevndin tekur sjálv avgerð um hvør hevur uppiborið hendan heiður.

Ætlar tú at atkvøða fyri t.d. Morning Dew sum bestu útgávu, sendir tú "pla bu 4" til 1441, ella fyri Lama Sea sum besta føroyska, sendir tú "pla bf 3"


Besta útgáva - send pla bu NR
1 A Place to Stand On - Deja Vu
2 Førist - Páll Finnur Páll
3 Koma - Petur Pólson
4 Morning Dew - Høgni Lisberg
5 Viva La Republica - 200

Besti føroyski (bólkur/einstaklingur) - send pla bf NR
1 200
2 Go Go Blues
3 Lama Sea
4 Makrel
5 Marius

Besti sangari - send pla bs NR
1 Brandur Karlson Jacobsen
2 Janus Rasmussen
3 Kári Sverrisson
4 Kim Hansen
5 Teitur Lassen

Besta songkvinna - send pla bk NR
1 Eivør Pállsdóttir
2 Guðrið Hansen
3 Guðrun Sólja Jacobsen
4 Lena
5 Petsi Tvørfoss

Besti nýggi (bólkur/einstaklingur) - send pla bn NR
1 Lama Sea
2 Marius
3 Petur Pólson
4 Poppkorn
5 The Dreams

Besti útlendski (bólkur/einstaklingur) - send pla ub NR
1 Green Day
2 James Blunt
3 Madonna
4 Nephew
5 Tim Christensen