Jan Müller
Nú leggja tey í Oljumálastýrinum seinastu hond á tilfarið til 1. útbjóðing, sum landsstýrismaðurinn í oljumálum, Eyðun Elttør fer at fáa handað fyrst í hesi viku. Sosialurin skilur, at í hesum tilfarinum finnast bæði teigarnir, sum skulu bjóðast út og annars tær treytir eitt nú skattligar, ið verða álagdar oljufeløgunum, sum søkja.
Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum sigur, teigararnir, sum eru við í útbjóðingini er eitt úrval, sum er so mikið stórt, at allir seriøsir partar skuldu havt møguleika at fingið okkurt. Teir flestu teigarnir eru í fyrrverandi Hvítsonuni. Nakað er inni á landgrunninum, men tað mesta liggur tó frá 500 metrum og út á djúpri vatn. Í landssynningshorninum av Føroyaøkinum kann verða upp til 1400 metra dýpi. Sosialurin skilur, at tað verður eisini boðið nakað út longur norðuri, tó at tað ikki verður farið heilt norðurum. Teigarnir, sum liggja næstir landi, eru einar 30 fjórðingar úr Føroyum.
Modelloyvið, sum verður gjørt til eina slíka útbjóðing, er eisini klárt. Í tilfarinum er so eisini skattaparturin. Boð verða uppá alt, sum tørvur er á at leggja fram í sambandi við eina útbjóðing.
Eftir at landsstýrismaðurin hevur fingið tilfarið verður tað so snøggað til og latið landsstýrismonnum og tingmonnum. Møguliga verður eitt seminar hildið fyri tingmonnum at kunna teir heilt nágreinaliga um tilfarið, nú hetta er nakað nýtt, sum tingið ikki hevur viðgjørt áður.
Sosialurin skilur, at spurningurin um eitt alment oljufelag er eisini tikin við í tilfarið. Her er bæði møguleiki at stovna eitt felag, at fáa eina option ella at halda hetta heilt uttanfyri. Hetta er nakað, sum tað politiskt má takast støða til.
Í tilfarinum verður so eisini nevnt nakað um partafelagsskatt, royalty, serskatt umframt almennu luttøkuna. Tað verður so talan um eina avvegan, har eisini føroyska økið, sum er dýrt at arbeiða í, skal við í metingarnar. Herálvur Joensen sigur, at vit longu hava sett nøkur krøv í lógini um, at virksemið skal ganga út frá Føroyum, og at oljufeløgini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur. Hetta er so eisini nakað, sum kann seta avmarkingar fyri, hvussu nógv ein kann krevja á øðrum økjum. Í síðsta enda er talan um eina avvegan, eina javnvág millum tað, sum føroyska samfelagið skal hava burtur úr og tað, sum oljufeløgini skulu váða og kunnu fáa burturúr.
Góða ráðgeving
Stjórin í Oljumálastýrinum metir sjálvur, at hansara fólk hava gjørt eitt gott arbeiði, ið nettupp tekur hædd fyri tí javnvág, sum nú einaferð er so týdningarmikil. Eru krøvini ov strong, so kann tað ræða oljufeløgini. Hinvegin skal føroyska samfelagið eisini hava sítt burtur úr. Fyri at finna ta skilabestu loysnina og eina rímuliga avvegan hevur Oljumálastýrið, sum enn er ungt og ikki hevur tær nógvu royndirnar, keypt sær ráðgeving frá eini vælkvalifiseraðari og professionellari konsolentfyritøku, sum nettupp hevur til uppgávu at ráðgeva m.a. myndugleikum, ið skulu undir útbjóðingar. Hetta verður so eisini fyri at tryggja sær, at tað føroyskir myndugleikar koma við, er nakað, sum oljufeløgini kunnu taka ímóti.
Talan er um fyritøkuna Wood Mackenzie, ið er eina undirdeild av týska stórbankanum Deutche Bank. Oljufyrisitingin kannaði einar tríggjar fyritøkur og kom til, at henda var tann besta at brúka í verandi støðu. Allar vóru tær egnaðar, men stjórin á Oljumálastýrinum heldur, at nettup henda eina fyritøkan vísti seg at hava sera holla vitan um oljuídnaðin og hvørji kriteriur oljuídnaðurin brúkar, tá hann skal gera sínar íløguætlanir. -Tí hildu vit, at henda fyritøkan mest realistiskt kundi meta um, um ídnaðurin vildi ganga við til tað, sum vit nú komu til sigur Herálvur Joensen, sum vísir á, at teir vilja tryggja sær, at man er á rættari leið, og at pakkin vit koma við ikki er ov tungur tvs. at forða fyri, at vit kanska ongar umsóknir fer at fáa, tá man hevur brúkt orku og pengar uppá alt fyrireikandi arbeiðið.
Hann sigur annars, at tað er sera kompliserað at strukturera eina skattaskipan, sum er nøktandi tvs. sum á aðrari síðuni gevur samfelagnum tað, sum samfelagið hevur krav uppá, men sum hinvegin ikki virkar so, at hon stoytir feløgini frá sær.
Bretar og Greenpeace
Hvat útbjóðing á bretskum øki viðvíkur, so heldur Herálvur Joensen, at tað kann væl henda, at báðar útbjóðingarnar verða um somu tíð, tá avtornar. Tað er so heldur einki dulsmál, at bretska økið er tað, sum vit eru mest í beinleiðis kapping við, so treytirnar hjá okkum vilja verða samanbornar við tær, sum eru á bretskum øki.
Stjórin á Oljufyrisitingini fylgir annars væl við, hvat hendir við bretsku útbjóðingini og leiklutinum hjá Greenpeace. Hann sigur, at fleiri oljufeløg hava nevnt henda spurning fyri teimum, tó at føroyskir myndugleikar ikki hava tosað so nógv um tað ella fyritikið sær nakað. Men hann heldur tað vera rætt longu nú at leggja okkum eftir at vita, hvussu vit skulu tackla eina støðu, har Greenpeace t.d. vil leggja forðingar í vegin fyri leiting á føroyskum øki.
-Vónandi klára vit um ikki so langa tíð at seta ein bólk, sum skal hyggja eftir hesum, m.a. tí lógargrundarlagnum sum er.
Spurningurin er um vit hava ta neyðugu lóggávuna fyri at kunna steðga Greenpeace, um tað verður aktuelt, og hava vit tað ikki, skulu vit so taka støðu til, um vit skulu gera ískoyti til verandi lógir og reglugerðir ella skulu vit handfara málið heilt øðrvísi?
Herálvur Joensen sigur, at tað helst ikki er nøkur føroysk lóggáva, sum Greenpeace kann brúka á sama hátt sum EU-direktivið, har tað møguliga kann brúkast til at seta spurningartekin við eina heila útbjóðing. Tvs. at viðurskiftini har og her kunnu ikki samanberast. Við okkara støðu uttan fyri EU kann Greenpeace td. ikki fáa lagt fútabann móti eini rundu á føroyskum øki.
Góður fundur
Sum partur av fyrireikingunum til 1. útbjóðing hevði Oljumálastýrið fund við umboð fyri vinnuna nú um dagarnar. Undan tí fundinum hevði eisini verið fundur við umboð fyri fiskivinnufeløg og umhvørvisfeløg.
Herálvur Joensen sigur, at tað var fyrst og fremst vinnan, sum ynskti fundin, og hann heldur, at hetta var ein góður fundur. -Tað var Arbeiðsgevarafelagið,ið hevði kallað sínar limir til fundin. Hetta var ein positivur fundur, har tað ikki vórðu stórvegis av atfinningum móti tí uppskoti, sum so ella so fer at verða lagt fyri tingið.
Í heila tikið haldi eg, at stórir partar av vinnuni virka at vera væl fyrireikaðir og væl klárir til at fara uppí eina oljuvinnu. Fleiri av virkjunum, sum eisini hava verið við á oljumessum, leggja minst líka stóran dent á at seta krøv til sín sjálvs sum at leggja dent á, at politikkurin hjá tí almenna skal lyfta tey um lúnningina.
Herálvur Joensen, sum nú hevur verið við í oljuarbeiðinum í eina drúgva tíð, er sum heild nøgdur við gongdina, hóast hann væl veit, at tað tekur tíð og krevur nógv av fólki at byggja nakað upp frá botni av. Húsaumstøðurnar hava kanska heldur ikki verið tær bestu, men nú verður so helst flutt í størri høli. Um tað verður ein verandi loysn vil tíðin vísa. Henda tíðin hevur annars sett stór krøv til øll tey, sum hava havt tilknýti til málið, og heldur Herálvur Joensen, at tey hava gjørt eitt gott arbeiði.
Fáar og skilagóðar treytir
Nú bíðar hann so spentur eftir, hvørja lagnu uppskotið fer at fáa í tinginum. Hann viðgongur, at tað var eitt sindur av einum bakkasti, at Shell tók seg aftur, men vónar, at onnur halda fast. Tað er heldur ikki óvist, at Shell fer at venda aftur henda vegin eina ferð í framtíðini. Og har skulu teir vera vælkomnir leggur oljustjórin dent á.
Hann vísir annars á, at oljufeløgini nú sita í eini bíðistøðu. Øll hava tey eisini tikið fyrivarni um leiklut teirra í okkara øki. Tey gera einki av, fyrr enn tey kenna treytirnar.
-Eg haldi treytirnar eru fáar og skilagóðar, og eg rokni ikki við, at tær fara at hava við sær, at onnur feløg leypa frá nú. Treytirnar fyri at kunna gera íløgur her eru soleiðis, at tær eiga ikki at gera, at feløgini taka seg úr økinum.
Herálvur Joensen sigur, at vit ikki vita, hvørjar vónir politikararnir hava, fyrr enn uppskotið er lagt fyri teir. -Vit kunnu bert mæla teimum til at hava realistiskar ?forvantningar? í mun til tað stig vit eru í. Vit eru eitt øki við stórum váða og har tað finst avmarkað vitan um undirgrundina. Hetta má ein hava í huganum, tá útbjóðingin verður umrødd. Tá tað so hevur verið borað kann váðin verða munandi minni og so kann tað vera, at man strammar treytirnar eina aðru ferð - til eina aðra útbjóðing. Hinvegin skal ein eisini minnast til, at um fyrstu boriúrslitini ikki eru nøktandi, skal man kanska hava uppaftur lagaligari treytir fyri aðra útbjóðing. Treytirnar, sum nú verða settar, mugu verða eftir vónunum og vánunum, sum eru galdandi í dag.