Tilfar
4 feskir havhestaungar
Salt, pipar, hvítleykspulvur, paprika
1 súrepli
Sviskur
1 lítlan leyk
Legg 1 leyk, 2 gularøtir, og 100 gram av selleri í skuffuna
##med2##
Arbeiðsháttur:
Vaska havhestaungarnar væl og tak innanúr
Sker súreplini, sviskurnar og leykin í puntar og fyll í havhestin
Krydda við salti, pipari, hvítleykspulvuri og paprika ella øðrum kryddurtum og legg í eitt ovnfast fat. Koyr leyk, selleri og gularøtir í fatið saman við eitt sindur av vatni
Hita ovnin til 1800 og steik í ovninum í 1½ tíma.
##med3##
Sós
Til 1 litur av soði/ bouillion
1 súpisk av balsamikoediki
1 dl av róma
1 tesk av ribsgelé
4 eneber (baraldur)
Salt pipar
Arbeiðsháttur:
Síla soðið frá og skúma alt feittið oman av og lat í eina grýtu saman við restina av tilfarinum.
Ger javning við maisena og smakka til við salti, pipar og møguliga ribsgelé:
Afturvið
Waldorfsalat og epli ella bakaðar rótfruktir
##med4##
Waldorfsalat við reyðrótum
Tilfar:
2 dl róma 9%
1 dl súrgað mjólk
1 súoiskeið av sukri
2 stelkar av blaðsellarí
2 súrepli
100 gram av rivnum reyrøtum
100 gram av bláum víndrúvum
50 gram av valnøtum
Arbeiðsháttur:
Rør súrróman, súrgaðu mjólkina og sukrið saman saman. Sker blaðsellaríið í flísar, súreplini í bitar, víndrúvirnar í helvt og rív reyðrøturnar. Rør alt tilfarið saman við skornum valnøtum.