Vit eru í nátungatíð, og hetta er eisini tíðin, tá onkur bátur ikki kemur til lands aftur við egnari hjálp.
Í dag er gott veður, og tað er eisini gott nátaveður. Tískil er væntandi, at fleiri bátar eru á nátaveiði.
Okkurt sleip hevur longu verið, har bátar eru uppsteðgaðir, og okkurt sleip er eisini í dag.
Og tað skal vera løgið, um okkurt sleip ikki verður aftrat, áðrenn nátatíðin er úti um eina góða viku ella so.
Í løtuni sleipar vaktar-og bjargingarskipið, Brimil, snøgga tíggjumannafarið, Ingibjørg TN 1328 úr Nólsoy, til lands.
Tað er royndi ísfiskaskiparin, Ivan Holm, ið eigur bátin, sum í dag hevði maskintrupulleikar og noyddist at biðja um hjálp.
Brimil tók Ingibjørg upp á sleip norðanfyri.
Á myndunum sæst eisini, at hetta er ikki fyrstu ferð, at Ivan Holm rokast á opnum havi.
##med2##