Upptakt: Finnland hevur ongan kjans

EM 2020: Tað sigur styrkismetingin og tað siga serfrøðingarnar, men tað er altíð eitt land, sum avrikar betri enn væntað

Finnland er á fyrsta sinni við í einum endaspælið. Finnlendingar megnaðu at vinna seg víðari í undankappingarbólki frammanfyri Grikkalandi. Bara Norðurmakedónia er styrkismett lægri til EM-endaspælið.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Finnland er við í einum endaspælið. Fótbóltur er ikki størsta ítróttargreinin í landinum, og tað sæst aftur á onkrum av úrslitunum gjøgnum tíðina. Millum halgimennini í finskum fótbólti eru Jari Litmanen og Sami Hyypia.

 

Í dag eitur størsta stjørnan Teemu Pukki. Hann spælir við Norwich, sum er aftur í Premier League. Avbjóðingin er, at hann hevur verið skaddur í eina tíð, og fekk bara ein hálvan tíma í seinasta dystinum fyri EM. Finnland tapti 1-0 á heimavølli móti Estlandi. Tað boðar ikki frá góðum.

 

Faktist hevur Finnland ikki vunnu í seks teimum seinastu landsdystunum, og ikki skorað í tveimum teimum seinastu dystunum. Ringa gongdin hevur fingið venjaran til at spæla við fimm í verjuni. Størsta styrkin hjá Finnlandi er samanhaldi. Fleiri spælarar hava verið á landsliðnum síðani teir spældu við U21-landsliðnum í 2009. Tað hevur mangan nógv at siga til eitt endaspæl.

 

Bólkur B:

 

Danmark-Finnland (17.00)

 

Dómari: Anthony Taylor (ENG)

 

Leikvøllur: Parkin í Keypmannahavn, Danmark

 

Væntað uppstilling Finnland (3-5-2): Hradecky - Väisänen, Arajuuri, Toivio - Soiri, Kamara, Sparv, Lod, Raitala - Pukki, Forss

 

Hópurin hjá Finnlandi:

 

Málverjar:

 

Lukas Hradecky, Leverkusen

 

Jesse Joronen, Brescia

 

Anssi Jaakkola, Bristol Rovers

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Paulus Arajuuri, Pafos

 

Daniel O’Shaugnessy, HJK Helsinki

 

Joona Toivio, Häcken

 

Leo Väisänen, Elfsborg

 

Sauli Väisänen, Chievo

 

Robert Ivanov, Warta Poznań

 

Jere Uronen, Genk

 

Nikolai Alho, MTK Budapest

 

Jukka Raitala, Minnesota United

 

Pyry Soiri, Esbjerg

 

 

 

Miðvallarar:

 

Glen Kamara, Rangers

 

Robert Taylor, Brann

 

Robin Lod, Minnesota United

 

Joni Kauko, Esbjerg

 

Onni Valakari, Pafos

 

Rasmus Schüller, Djurgården

 

Thomas Lam, Zwolle

 

Tim Sparv, Larissa

 

Fredrik Jensen, Augsburg

 

Lassi Lappalainen, Montréal

 

 

 

Áleyparar:

 

Joel Pohjanpalo, Union Berlin

 

Marcus Forss, Brentford

 

Teemu Pukki, Norwich