Upptakt TB-KÍ: Mikkjal hevur leikbann

KÍ verður uttan venjaran, meðan tríggir týdningarmikilir spælarar hjá TB eru ivasamir

Í dag verða tveir dystir fyrstu dystirnir í 20. umfari í Betri deildini. NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, meðan KÍ er gestur í Trongisvági. Á pappírinum eru gestirnir úr Klaksvík greiðir favorittar, men tvær ferðir í ár hevur TB givið júst klaksvíkingum skarpan gang. Tíðliga í kappingini fekk KÍ ikki avgerandi málið fyrr enn í yvirtíðini. Tá liðini møttust í Klaksvík mátti umstrítt brotsspark til, áðrenn TB fall.

Nú møtast liðini aftur og TB hevur leitað seg úr botninum, meðan KÍ nærkast oddinum. Heimaliðið hevur ávisar avbjóðingar, tí tvímálsskjúttin frá 3-0 sigrinum á Argjum, Filip Obadovic, er skaddur í fótinum. Tað sama er galdandi fyri Poul Ingason, sum hevur sitið uttanfyri í nakrar vikur og miðverjan Rasmus Møller. Tað verður avgerandi fyri heimaliðið, um teir fáa nakran av hesum tøkar.

Gestirinir eru uttan venjara á bonkinum. Mikkjal K. Thomassen hevur fingið bann, eftir at dómararnir tríggjar ferðir hava givið honum gult kort í ár. Annars eru allir spælarar tøkir. Fleiri nýggir fingu høvi at royna seg móti Skála týskvøldið, tá KÍ legði seg á odda í landskappingini við 1-0 sigri á Skála.

Við sigri í Trongisvági kann KÍ leggja seg á odda við fýra stigum, og samstundis leggja trýst á HB í oddastríðnum. Undan hesum umfarinum hevur KÍ spælt ein dyst fleiri enn HB.

Liðtíðindi:

TB:

Ikki við: Musah Armah (knæskaði, 1-2 mánaðir)

Ivasamir: Poul Ingason (fótskaði), Filip Obadovic (fótskaði), Rasmus Møller (fótskaði)

##med2##

KÍ:

Ikki við: Mikkjal K. Thomassen (bann, 3 gul kort)

Betri deildin menn 20. umfar:

Leygardagin:

TB-KÍ (15.00)

NSÍ-EB/Steymur (19.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin:

B36-AB (14.00) Beinleiðis á FM1

Víkingur-Skála (15.00) 

HB-ÍF (18.30) Beinleiðis á FM1

1.194047
2.HB183946
3.NSÍ182038
4.B36172737
5.Víkingur191135
6.ÍF18-1620
7.EB/Streymur19-2419
8.TB19-1313
9.AB19-437
10.Skála18-412