Upptaktsprát : Atlantic Airways deildin og fremsta kvinnudeildin

Tveir dystir verða í fremstu kvinnudeildini í hondbólti hetta vikuskiftið, og tveir dystir verða í Atlantic Airways deildini.

 

Í fremstu kvinnudeildini verða tveir dystir sunnudagin klokkan 15. Stjørnan tekur ímóti StÍF í Klaksvík, meðan VB tekur ímóti oddaliðnum, Neistanum suðuri í Vági.

 

Leygardagin klokkan 16 spæla H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini, og klokkan 16 sunnudagin tekur VÌF ímóti Team Klaksvík í ítróttarhøllini í Vestmanna.

 

Seinnapartin prátaði Rás2 við hondbóltsviðmerkjaran, Kára Nielsen um hansara metingar um dystirnar í Atlantic Airways deildini. Høvuðsvenjarin hjá Atlantic Airways liðnum hjá VÌF, Jan Ottosen vitjaði eisini í Rásarúminum. Rás2 prátaði eisini við venjaran hjá neistakvinnum, Kára Horn.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Kára Nielsen, Jan Ottosen og Kára Horn undir greinini her.

 

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)