Óður Sir Alex ákærdur

Enska fótbóltssambandið hevur nú ákært Manchester United venjaran fyri vánaligan atburð í samband við tapið móti Chelsea týskvøldið.

Sir Alex Ferguson var í øðini eftir dystin móti Chelsea. Hann helt lítið um fleiri dómara avgerðirnar, sum hann metti hava stóra ávirkan á úrslitið í dystinum. Tað var í samrøðu við Manchester United sjónvarpsrásina, MUTV, at hann setti stór spurnartekin við dómaran Martin Aktinson.

 

Nú hevur enska fótbóltssambandið ákært Sir Alex Ferguson, sum hevur ein treytaðan dóm frá 2009, tá hann setti spurnartekin við formin hjá Alan Wiley. Velur Sir Alex Ferguson at góðtaka ákærurnar, so fær hann sambært Dailymail helst leikbann í ein dyst umframt teir báðar hann hevur sitandi á sær frá 2009. Velur hann hinvegin ikki at játta seg sekan og tapur, so verður leikbannið fýra dystir.

 

Sambært Dailymail, so er Sir Alex Ferguson eisini í øðini inn á MUTV, fyri ikki at sensurera samrøðuna eftir dystin móti Chelsea. Hann hevur tí valt at avlýsa samrøðuna, sum hann annars alítð hevur við MUTV undan dystinum. Tað er bara aðru ferð, at hann ikki vil tosa við MUTV undan einum dysti.

 

Hann er eisini óður inn á bretsku miðlarnir, sum hann metir hava verið eftir Wayne Rooney síðani Wigan dystin. Sir Alex Ferguson hevur tí eisini avlýst tíðindafundin við vanligu fjølmiðlarnir í morgin.