Urd Johannesen mentanarsamskipari hjá Runavíkar kommunu

Hon byrjar í starvinum tíðliga í nýggja árinum.

Runavíkar býráð hevur á fundi 3. november tikið avgerð um at seta Urd Johannesen í starv sum mentanarsamskipari hjá Runavíkar kommunu. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni í dag.

 

Við starvinum fylgir høvuðsábyrgd fyri virkseminum í Løkshøll, umframt samskipan av mentanartiltøkum kring um í Runavíkar kommunu, sum telur 15 bygdir.

 

Urd er útbúgvin cand.mag í enskum og altjóða viðurskiftum og master í Arts Management og hevur drúgvar  og fjølbroyttar royndir innan mentanararbeiði bæði á mentanarstovnum og sum sjálvstøðug.

 

Urd byrjar í starvinum tíðliga í nýggja árinum.

 

– Runavíkar kommuna ynskir Urd hjartaliga tillukku við starvinum, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni.