Uriah Heep kvøld á Seglloftinum Tvøroyri

Leygarkvøldið stendur í tekninum hjá legendariska Uriah Heep, sum Heep eiga eitt ótal av fjepparum í øllum aldri her á klettum, og sum er eitt av teimum orkestrum, ið megnar, ikki einans at varðveita, men eisini framhaldandi leggja afturat sínum fjepparaskara.

Tónleikur teirra er tíðarleysur, og sæst hetta eisini í øðrum londum kring okkum. Eitt nú verður hvørt ár skipað »Heepvention« tiltøkum, ið eru tiltøk, ið Uriah Heep fjepparar fyriskipa. Í hesum sambandi hevur Deiggj verið á konsertferð bæði í Spania og Finlandi. Deiggj høvdu spældu eisini saman við John Lawton frá Uriah Heep.

 

- Vit hava ta stóru gleði at kunna bjóða suðringum, føroyingum og Heep-fjepparum sum heild, til eitt ógloymandi kvøld á Seglloftinum. Kvøldið verður fyriskipað sum eitt hugnakvøld við lekrari buffét frá kønu hond Annu Kirstins, siga fyrireikararnir.

 

Limirnir hava í Deiggj seinastu valt at dyrkað tann klassiska rockin hjá Uriah Heep. Ikki tí limirnir í bólkinum hava allir sera ymiskan tónleikasmakk, men felags er gamli rocktónleikurin frá sjeytiárunum.

 

Manningin í Deiggj er Dennis Lave, sang, Páll Lave, guitar og kór, Pætur Dam, hammond og tangentar, Fróði Vestergaard, guitar og sang, Sverri Heinesen, bassguitar og kór og Rani H. Christiansen á trummum.