Urtagarðurin hjá Annleyg er ein alistøð

Stóri alskur hennara til grønan vøkstur hevði við sær, at Annleyg Patursson legði urtagarðin í Hoyvík um til bert at hýsa føroyskum plantum, og í dag eru 150 av teimum umleið 330 føroysku plantunum í urtagarði hennara

Hon fekk stóra alskin til føroyskt plantulív inn við móðurmjólkini.

 

– Mamma mín kendi nógv til føroyskar plantur og hevur latið tað víðari til mín, tí stóri áhugi hennara var náttúran og einamest tær villu planturnar, og haðani havi eg altíð havt kunnleika til føroyskan vøkstur, greiðir Annleyg Patursson frá.

 

Í dag hevur Annleyg so nógvan kunnleika og royndir við gróðri, at tær føroysku planturnar eru dagliga arbeiðspláss hennara.

 

– Her gangi eg og putli, planti, lúki og vatni. Eg havi eisini eitt vakstrarhús, og har seti eg avleggjarnar frá urtagarðinum í pottar. Teir vatni eg væl, so teir skulu klára seg.

 

Annleyg Patursson hevur sjálv lagt sín egna urtagarð heima á Garðavegi tilrættis og somuleiðis staðið fyri øllum urtagarðsarbeiðinum. Økið aftan fyri húsini var grasvøllur, trø,  berjarunnar og staudur. Fyri at fáa skráan var neyðugt at laða ein grótgarð innan fyri stakittið. Henda grótgarð hevur Annleyg sjálv laðað við hjálp frá synunum, og somuleiðis hevur hon laðað grót kring plantubeðini.

 

##med2##

 

Hevur 12 av 14 føroyskum trøllakampum

 

– Í einum horni í garðinum er ein flatur steinur, sum eg helt vera sera vælhóskandi til at planta trøllakampar rundanum, og soleiðis bleiv tað hornið ein skráningur við høgum plantum ovast og annars eitt stórst steinbeð við føroyskum plantum.

 

Annleyg hevur savnað sær 12 av teimum 14 trøllakampunum, sum eru funnir í Føroyum.

 

– Tá eg legði urtagarðin til rættis, brúkti eg eitt nú smáplantur frá Debesssartrøð, sum er plantufrøðiligi urtagarðurin. Røktin er umframt lúking at skera av teimum plantunum, sum vaksa ov væl, og hjúkla um tær, sum ikki vaksa so væl við at taka tær inn í vakstrarhúsið fyri at fáa tær at koma fyri seg, og síðani skulu tær út aftur. Tað er bara neyðugt at vatna tær plantur, sum eru nýplantaðar, greiðir Annleyg frá.

 

Tá hon eitt skifti hevði trupulleikar við rygginum hevði hon skúlanæmingar frá Operatión Dagsverk at hjálpa sær.

 

Tey koyrdu skerv inn í garðin og lempaðu hann, har hann skuldi vera, so klárt var at leggja flísar á, greiðir Annleyg takksom frá. Síðani legði hon flísarnar og skipaði beðini við at planturnar eru settar soleiðis, at tað líkist umstøðunum tær hava, har sum tær vaksa í haganum, bønum ella í fjøruni.

 

##med3##

 

Fann krúpandi dúnurt á Kleynisvarða

 

At Annleyg er køn innan føroyskt plantulív fáa vit skjótt fatanina av. Hon hevur skipað beðini soleiðis at planturnar hóska saman.

 

– Eg havi eisini roynt at skipa tær bæði eftir liti og eftir stødd, men tað ber bara til í ein ávísan mun. Serliga havi eg sett nakrar plantur í krukkur, fyri at gera urtagarðin lættari at røkja og eisini fyri at gera urtagarðin meira spennandi, sigur Annleyg.

 

– Eg fái næstan allar villar plantur at vaksa her á Garðavegi, tí føroyaskur plantur tola nógv av, greiðir hon víðari frá.

 

Kring urtagarðin standa fleiri pottar við plantum og grøsum. Hesar plantur og grøs spreiða seg víða, og tí seti eg tær í pottar, so tær ikki spreiða seg yvir beðini, leggur Annleyg afturat og peikar á ein strandarvingul, og leggur afturat:

 

– Strandarvingul hevur verið í Føroyum í umleið 20 ár, og hann veksur har Landsverk hevur sáað grasfræ. Vit síggja hann við Betri banka yviri við Strond og við rundkoyringina í Hoyvík.

 

##med4##

 

Víðari peikar Annleyg á ein børkubónda í einari krukku.

 

– Hasin elskar at koma upp gjøgnum aðrar plantur, og tí havi eg latið hann staðið fyri at vísa hetta.

 

Hon nevnir eitt nú, at hon í 2004 fann eitt tá ókent ókrút, krúpandi dúnurt uppi á Kleynisvarða.

 

– Hendan plantan sæst nú nógvastaðnis. Hon er helst komin við hoyggi úr útlondum langavegis frá. Hon stendur ikki í norðuratlantisku floruni.

 

Av plantum í urtagarðinum, sum hon nevnir, meðan vit tosa við hana, eru eitt nú veitarbládepla, fransagras, eingjarflatbjølgur, lundararmingi, baraldur, tálgasteinbrá, litingarsortugras og fleiri.

 

At Annleyg er upptikin, vitandi og nærløgd í arbeiði sínum, skilst á øllum brøgdum, tí meðan Sosialurin er á vitjan, ringir telefonfonin fleiri ferðir, og ta einu ferðina er tað onkur, sum hevur tørv á ráðgeving í sambandi við drotningavitjanina.

 

##med5##

 

Letur føroyskar plantur til urtagarðin hjá Tjóðsavninum

 

Lívsyrkið hjá Annleyg hevur altíð verið at røkja tað grøna. Hon arbeiddi í nógv ár í blómuhandlinum hjá Trónd Hansen á Áarvegnum, men gavst, tá hann stongdi í 2003. Eisini hevur hon havt aðrar uppgávur sum at røkja urtagarðin á Debesartrøð. Hann røkti hon í nærum 20 ár inntil februar í fjør, tá Tjóðsavnið gjørdi av at gera ein urtagarð við Kúrdalsveg í Hoyvík. Tó røkti tann sera urtagarðshugaði Dánjal Jespersen garðin nøkur av árunum.

 

Í 2003 fór Annleyg undir egið virksemi, og í dag er ein av størstu uppgávunum hennara at seta niður føroyskar plantur og røkja og varðveita tær í nýggja urtagarðinum hjá Tjóðsavninum við Kúrdalsveg niðan fyri Roynarstøðina í Hoyvík.

 

##med6##

 

Kunnleikin og royndirnar hjá Annleyg eru nærum markleysar. Hon er sera vitandi um gróður, og tí er hon eitt nátúrligt val hjá Tjóðsavninum, sum fær alt hetta arbeiðið við urtagarðinum við føroysku plantunum í einum og sama persóni.

 

Og í hesum hevur urtagarðurin heima hjá Annleyg á Garðavegi ein týdningarmiklan leiklut, tí hann útvegar føroyskar plantur til nýggja urtagarðin hjá Tjóðsavninum. Urtagarðurin er ein alistøð við føroyskum plantum.

 

Nýggi urtagarðurin hjá Tjóðsavninum við Kúrdalsveg er sera snotuligur. Har eru berir klettar kringsettir við føroyskum plantum, og stava flestu planturnar úr urtagarðinum hjá Annleyg Patursson.

 

Hon letur fegin av síni vitan um føroyskar blómur, og hon sigur, at fólk eru vælkomin at síggja, hvussu blómurnar hátta sær í einum steinbeði. Hon hevur vøkstur sum vinnuveg í felag sínum Blómurøkt, og vegleiðir soleiðis fegin fólki, sum ynskja sær avleggjarar.

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##