Úrvalsvenjing í Kollafirði og Hoyvík

Um vikuskiftið verða aftur úrvalsvenjingar í hondbólti, sum bæði verða í høllini í Kollafirði og Hoyvíkshøllini fyri gentur og dreingir frá 12 upp til 17 ár. Hetta er annað umfar av úrvalsvenjing fyri tey yngru, sum Hondbóltssambandið skipar fyri.

Lagt verður fyri í Kollafirði í morgin, tá dreingir 12, 14 og 16 og gentur 14 venja, og hildið verður so fram í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið við gentum 12 og dreingjum 14. Í morgin eru fyrstu venjingarnar klokkan 15, og leygarkvøldið eru tær fyrstu klokkan 19.

Sunnudagin verður langur dagur í Hoyvíkshøllini frá klokkan 8 til 20. Tá skulu gentur 12, 14 og 17 og dreingir 12 og 16 venja. Allar tríggjar dagarnar er hvør venjing í hálvanannan tíma, og hvør aldursbólkur hevur tilsamans tvær venjingar.

Fyrstu úrvalsvenjingarnar vóru fyrst í hesum mánaðinum, og eftir tær hevur so talentmennarin, Flemming Oliver Jensen, valt teir spælararnar út, sum fáa møguleikan hesa ferð. Útveljingin er tó ikki meira endalig enn so, at broytingar og tillagingar verða gjørdar leypandi.