Eftir ein steðg í 16 ár, ætlar USA nú at fara undir deyðarevsing á samveldisstigi aftur.
Hóast statirnir í sjálvum sær hava egnar lógir viðvíkjandi deyðarevsing, og fleiri fremja deyðarevsing á hvørjum ári, so hevur samveldisstaturin ikki framt deyðarevsing í 16 ár.
Amerikanski ríkisákærin, William Barr, greiddi í gjár miðlunum frá, at fimm fangar skulu takast av døgum. Allir fimm eru dømdir fyri morð ella neyðtøku av børnum og tilkomnum fólki, segði Barr.
Avgerðin at fara undir deyðarevsing aftur á samveldisstigi hevur fingið sterkar atfinningar, millum annað frá Kamalu Harris, ið telist millum toppvalevnini hjá demokratunum til komandi forsetaval.
Harris vil vera við, at deyðarevsing er "ómoralsk og veik".
Bernie Sanders gjørdi eisini greitt, at hann ætlar at taka strika deyðarevsing, um hann verður valdur til forseta.
Sambært BBC er ætlanin at taka fangarnar av døgum við pentobarbital evninum. Pentobarbital virkar sum kraftig doyving, ið steðgar nervaskipanini, til ein doyr.