USA ávarar Russland

Trygdarráðgevin hjá USA, Jake Sullivan, ávarar nú Russland ímóti at skjóta móti Nato-landaøki og sigur, at um so verður, fer Nato at svara aftur við fullari styrki.

 

Trygdarráðgevin sigur, at ger Russland seg á nakran hátt inn á Nato-landaøki, fer hetta at merkja, at grein 5 hjá Nato verður virkin. Henda grein merkir, at álop á eitt Nato-land er tað sama sum álop á øll Nato-lond, og tá fer verjusamgongan at svara aftur við fullari styrki.

 

- Tað, eg sigi, er, at um Russland skjýtir ella loysir eitt skot av ímóti Nato-landaøki, fer Nato-samgongan at svara aftur.

 

Tað segði trygdarráðgevin hjá USA, Jake Sullivan, við tíðindastovuna CBS í dag.

 

Úttalilsini hjá trygdarráðgevanum komu bert nakrar fáar tímar eftir, at russiskar herdeildir skutu 30 rakettir móti einari hernaðarstøð, sum Nato brúkar í Ukraina. Støðin liggur bert 25 kilometrar frá markinum til Póllands, sum er eitt av limalondunum í Nato.

 

Í álopinum lótu fleiri lív, og mong vórðu særd, men tað var eingin amerikumaður á støðini, tá álopið varð framt.

 

Jake Sullivan ávaraði samstundis Vladimir Putin, forseta Russlands, ímóti at brúka kemisk og lívfrøðilig vápn í krígnum í Ukraina.

 

- Um so er, krossar Russland eina nýggja og skelkandi linju ímóti fólkarættinum, legði trygdarráðgevin aftrat.

 

Í dag ljóðar annars, at Russland hevur biðið Kina um hernaðarútgerð til at brúka í krígnum í Ukraina, og landið skal eisini hava biðið Kina um fíggjarliga hjálp.

 

Tað skriva eitt nú stóru tíðindamiðlarnir, New York Times og Financial Times, og tað eru keldur í amerikansku stjórnini, sum bera hesi tíðindi. Sambært keldunum, eru tað revsitiltøkini, sum fleiri lond hava sett í verk ímóti Russlandi, sum gera, at landið nú biðir Kina um fíggjarliga hjálp.

 

Keldurnar hjá stóru miðlunum hava einki ítøkiligt sagt um, hvørja hernaðarútgerð Russland hevur biðið um, og sagt verður heldur einki um, hvørja støðu Kina hevur tikið. Financial Times skrivar, at upplýsingarnir hava ført til órógv í Hvítu Húsunum, nú vesturheimurin roynir at hjálpa Ukraina at verja seg sjálvt.

 

Sambært New York Times fylgja amerikanskir myndugleikar og tess sameindu í Evropa væl við, um Kina fer at veita Russlandi hjálp í krígnum í Ukraina. Hvørki í Hvítu Húsunum, ei heldur á kinesisku sendistovuni í Washington hava tey gjørt viðmerkingar til tíðindini, sum New York Times og Financial Times bera.