USA beindi fyri tveimum høgtstandandi IS-profilum

Í tíðindafundi í Pentagon fekk ikki greiða á, hvørjir persónarnir eru, ei hedur, hvørji nøvnini eru.

Á tíðindafundi í Pentagon hava umboð fyri amerikansku verjuna upplýst, at tveir høgtstandandi IS-profilar í Afganistan lógu eftir á, tá USA framdi álop á IS-støðir sum hevnd fyri álop við flogvøllin í Kabul, har nógv fólk lógu eftir á, og 13 amerikanskir hermenn eisini lótu lív.

 

USA leyp á eitt "ISIS-K" mál, sum tað verður rópt, og hetta varð gjørt við dronu. Álopið varð framt í  Nangarhar-økinum fríggjadagin, segði amerikanski heryvirmaðurin, William Taylor, á tíðindafundinum. 

 

Hann legði aftrat, at umframt teir báðar IS-profilarnar, læt eisini ein annar IS-hermaður lív. Heryvirmaðurin segði, at USA enn einki hevur frætt um, at sivil fólk lótu lív í álopinum.

 

Spurdur, um teir dripnu IS-profilarnir høvdu ein beinleiðis leiklut í yvirgangsálopinum við flogvøllin í Kabul hósdagin, svaraði heryvirmaðurin á tíðindafundinum nakað soleiðis: - Talan var um ISIS-K tilrættaleggjarar. Tað eru teir, sum hava evnini til at leggja til rættis álop, segði William Taylor.

 

Sum skilst, vóru fleiri neyvir spurningar reistir á tíðindafundinum, og her varð eisini spurt, hvat Pentagon meinar við, tá sagt verður, at talan var um "høgtstandandi IS-profilar", sum lótu lív, og spurt varð eisini um nøvnini á teimum dripnu.

 

Men, sambært tíðindamiðlum, sum fylgdu við tíðindafundinum í Pentagon, fekst ikki neyvari greiða á hesum.