USA fær ikki konu bin Laden

Eftir ætlanini skuldu teir amerikonsku hermenninir taka konu Osama bin Laden, Amal al-Sadah, við sær, tá teir lupu á húsini hjá bin Laden í Pakistan. Men av tí at ein av tyrlunum datt niður, máttu hermennninir lata konuna verða eftir.

Tað skrivar blaðið Daily Mail. Blaðið veit eisini at siga, at pakistanskir trygdarhermenn tóku Amal al-Sadah stutt eftir álopið, og at hon hevur verið á einum hernaðarsjúkrahúsi í býnum Rawalpindi síðani.

Amerikanska stjórnin hevur biðið um loyvi at sleppa at avhoyra Amal al-Sadah, men pakistonsku myndugleikarnir vilja ikki lata amerikanarar fáa hana, skrivar blaðið Evening Standard. Pakistanar ætla hinvegin at senda konuna til Jemen, haðani hon er ættað, so skjótt hon kann fara av sjúkrahúsinum.