USA fer at taka hernaðarhjálpina til Ukraina uppaftur "beinanvegin".
Tað siga USA og Ukraina í felags yvirlýsing.
Harumframt fer USA at taka fregnartænastudeilingina við Ukraina uppaftur.
Fráboðanin frá londunum báðum kemur eftir at ein amerikansk og ein ukrainsk sendinevnd í dag umrøddu møguleikar fyri at fáa enda á krígnum í Ukraina.
Fundurin var í býnum Jeddah í Saudi Arabia.
Í fráboðanini siga londini eisini, at tey á fundinum hava tikið eitt týdningarmikið stig til at endurreisa varandi frið, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið, sambært Reuters.
/Ritzau/