USA fyrireikar álop á Iran

Eitt talsfólk í Hvítu Húsunum, Anna Kelly, sigur í einari viðmerking til Reuters, at Donald Trump hevur allar møguleikar á borðinum, tá ræður um Iran

Í nátt visti tíðindastovan, Reuters, at siga, at USA fyrireikar eitt vikulangt átak móti Iran, og tíðindstovan sigur, at USA sendir fleiri túsund herfólk og hernaðarútgerð til Miðeystur.

 

Í longri tíð hava viðurskiftini millum amerikanska forsetan, Donald Trump og iranska leiðaran, Ayatolla Ali Khamenei, verið spent, og Trump hevur eisini tosað alment um eitt stjórnarskifti í Iran.

 

Verdens Gang endurgevur serfrøðingar, sum siga, at leypir USA á Iran, er væntandi, at Iran fer at svara aftur við álopum á amerikanskar herstøðir í Miðeystri.

 

Eitt talsfólk hjá Donald Trump í Hvítu Húsunum, Anna Kelly, sigur í einari viðmerking við Reuters, at forsetin hevur allar møguleikar á borðinum, tá ræður um Iran.

 

##med2##

 

Lesið meira um hetta í grein í Verdens Gang - www.vg.no