USA fýlist nú á, at ísraelsku myndugleikarnir hava gjørt av at byggja 3.000 íbúðir afturat í Eysturjerusalem og á Vestara Áarbakka.
-Ísraelska ætlanin fer at gera tað uppaftur meiri trupult at fáa frið, og hon ger enda á royndunum at finna eina samráðingarloysn um frið millum Ísrael og Palestina, sigur Hillary Clinton, uttanríkisráðharri.
Talsmaðurin hjá tjóðskaparliga trygdarráðnum í Washington, Tommy Victor, sigur, at ísraelska byggiætlanin ger tað torført at fáa tær beinleiðis samráðingarnar um eina loysn við tveimum statum tiknar uppaftur.
Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hevur fordømt avgerðina hjá ísraelsku stjórnini.
-ST hevur minst 15 ferðir samtykt, at tað ísraelska byggivirksemið er ólógligt og forðar fyri friði, segði Abbas í gjár.