Hesa vikuna hevur ein serlig nevnd hjá amerikanska Senatinum avhoyrt fleiri
leiðandi stjórnarlimir og embætismenn hjá Bill Clinton og George W. Bush fyri at fáa staðfest, hvat myndugleikarnir vistu undan atsóknini tann 11. september í 2001, og hvat kundi verið gjørt fyri at forða atsóknini.
Hoyringin avdúkaði, at samskiftið í stjórnarumsitingunum var vánaligt, og at politikararnir mistóku seg, meðan Osama bin Laden og hansara menn fyrireikaðu seg. Fyrrverandi yvirgangsráðgevin hjá Clinton og Bush, Richard A. Clarke, segði undir hoyringini, at tað var trupult at fáa teir ovastu leiðararnar í Bush-umsitingini at góðtaka álvaran í hóttanunum frá al-Qaeda.
Niðurstøðan aftan á hoyringina er millum annað:
* Undir Bill Clinton helt CIA seg ikki hava heimild til at beina fyri bin Laden, uttan so at hann doyði í einari roynd hjá CIA at taka hann. Men fregnartænastan spurdi seg ongantíð fyri hjá politikarunum um heimildina. Politikararnir visti ikki betur, enn at Clinton hevði givið CIA ta neyðugu heimildina.
* Í tíðarskeiðinum ímillum atsóknirnar at amerikonsku sendistovunum í Kenya og Tanzania í 1998 og atsóknina 11. september í 2001 boðaðu afghanskir agentar seks ferðir CIA frá, hvar bin Laden var staddur, men eingin roynd varð gjørd at beina fyri honum.
* Bæði í stjórnini hjá Clinton og stjórnini hjá Bush vóru menn samdir um, at fregnartænastuupplýsingarnar um, hvar bin Laden var staddur, vóru ikki nóg neyvar, til at tað var ráðiligt at geva boð um eitt rakettálop á hann. Í trimum førum ætlaði Clinton-stjórnin at leypa á, men gjørdi tað ikki, tí menn bóru ótta fyri, at álopið fór at krevja ov mong ósek mannalív.
* Í báðum stjórnunum var semja um, at tað var ikki politiskt ráðiligt at leypa á Afghanistan, tí hvørki Kongressin ella tað amerikanska fólkið hevði tikið undir við tí.
* Tá Bush-stjórnin tók við, høvdu menn lítlan hug at halda somu kós, sum Clinton-stjórnin hevði nýtt. Ístaðin fyri at arbeiða víðari við ætlanunum hjá undanfarnu stjórnini valdi Bush-stjórnin at leggja sínar egnu ætlanir, hvørs endamál var at beina fyri bin Laden og felagsskapinum al-Qaeda. Hesar ætlanirnar, sum skuldu fremjast eftir trimum árum, lógu klárar tann 10. september í 2001, dagin fyri atsóknina.
* Í 2001 vistu nakrir persónar í samveldisløgregluni FBI, at tveir limir í al-Qaeda gingu á einum flogskúla í USA. Upplýsingarnar vórðu sendar leiðsluni í CIA. Tann 11. september í 2001 vóru teir báðir flognæmingarnir við í atsóknini.
* Í juni og juli í 2001 boðaðu fregnartænasturnar frá fleiri upplýsingum um ætlað álop á amerikonsk mál. Hildið varð, at menn fóru at søkja at amerikonskum málum uttanlands, og á meiri enn 30 støðum vórðu verjutiltøk sett í verk.
Samanumtikið vóru teir avhoyrdu politikararnbir og embætismenninir á einum máli um, at hvørki stjórnin hjá Bill Clinton ella stjórnin hjá George W. Bush kundu havt forða atsóknini at World Trade Center og Pentagon, sjálvt um tað skuldi havt eydnast at beina fyri Osama bin Laden.
Felags myndatekstur undir myndirnar av Clinton og Bush:
Bæði stjórnin hjá Bill Clinton og stjórnin hjá George W. Bush høvdu upplýsingar um, hvar Osama bin Laden var staddur og kundu havt beint fyri honum. Tað er kortini ivasamt, um tað hevði forðað atsóknini at World Trade Center og Pentagon tann 11. september í 2001.