USA: Løgmálaráðið tekur Google í rættin

Misnýtir sína støðu til monopol

Amerikanska løgmálaráðið hevur í dag lagt sak móti Google fyri at at mísnýta sína støðu sum sterkasta leitifyritøka við tí fyri eyga at hava monopol á leitiskipanarmarknaðinum.

 

Løgmálaráðið vil vera við, at Google hevur nýtt sínar kontaktir við onnur feløg at útihýsa kappingarneytar, so sum at gjalda Apple fleiri milliónir dollarar fyri at seta Google sum sjálvgildna leitiskipan í apparatunum, ið Apple framleiðir, skriva millum annað The New York Times og Washington Post. Á tann hátt hava aðrar leitiskipanir torført at vinna frama millum fólk, rætt og slætt tí Google er so nógv størri enn øll onnur.

Hetta merkir, at Google hevur nýtt sína støðu til at hava monopol á marknaðinum fyri leitiskipanir, vil amerikanska løgmálaráðið vera við.

Jeffrey Rosen, vararíkisákæri, sum tekur sær av málinum móti Google, vil vera við, at Google hevur hildið monopol umvegis útihýsandi framferðarhátt, ið er skaðiligur fyri kappinginina.

– Google er eitt portur til internetið og ein risi innan leitiskipanir við lýsingum, sigur hann.

Google hevur allatíð hildið við, at felagið hevur ikki anti-trust trupulleikar, og at kappingin millum leitiskipanirnar er hørð.