Stórt tap hendir millum norðurkoreanskar hermenn í bardøgum móti ukrainskum hermonnum í russiska Kursk-økinum.
Tað sigur John Kirby, tjóðartrygdarráðgevi í Hvítu Húsunum, sambært tíðindastovuni AFP.
Sambært amerikansku fregnartænastuni eru umleið 1.000 norðurkorearar dripnir ella særdir í bardøgum í Kursk seinastu vikuna, sigur hann. Suðurkorea hevur givið somu meting.
- Vit meta nú, at norðurkoreanskar herdeildir í hópatali fremja álop til gongu móti ukrainskum støðum í Kursk. Hesin menniskjabylgjutaktikkurin, sum vit hava sæð, hevur ikki ordiliga verið effektivur, sigur John Kirby.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, hevur sagt, at umleið 3.000 norðurkorearar eru dripnir ella særdir higartil.
Í summar hertóku ukrainskar herdeildir fleiri øki í russiska økinum Kursk, sum hevur mark til Ukraina.
Síðani tá hevur Russland roynt at trýsta ukrainarar aftur, og í heyst fór Norðurkorea undir at senda hermenn til Russlands at hjálpa til.
Suðurkoreanska fregnartænastan vísir, at Norðurkorea higartil hevur sent umleið 11.000 hermenn til Russlands, og at fleiri eru á veg.
- Tað er greitt, at russiskir og norðurkoreanskir hernaðarleiðarar viðgera hesar kreftir sum nakað, sum kann brúkast og blakast burtur. Teir geva teimum boð um at fremja vónleys álop móti verjuni hjá Ukraina, sigur John Kirby.
Hann leggur afturat, at norðurkoreansku hermenninir tykjast at vera indoktrineraðir. Teir herja á, hóast álopið týðiliga er til fánýtis, sigur hann.
- Vit hava eisini fregnir um, at norðurkoreanskir hermenn taka sítt egna lív heldur enn at geva seg yvir til ukrainskar herdeildir.
- Tað er helst av ótta fyri endurgjaldi móti teirra familjum í Norðurkorea, um so er, at tey verða tikin til fanga, sigur trygdarráðgevin.
Norðurkorearar eru komnir til Russlands í sambandi við, at londini bæði skriva undir nýggjan verjusáttmála. Hann leggur skyldur á londini at hjálpa hvørjum øðrum, um tey verða álopin.
/Ritzau/