Ukrainsk og amerikansk samráðingarfólk fara á triðja degi at hittast í Miami í morgin, leygardagin.
Tað skrivar serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witfkoff, á X, fyrrverand Twitter.
Steve Witfkoff skrivar eisini, at verulig framgongd í samráðingunum avhongur av Russlandi.
- Báðir partar eru samdir um, at verulig framgongd móti einari avtalu avhongur av viljanum hjá Russlandi.
- Viljanum at binda seg til varandi frið, minkandi hernaðarvirksemi og at drápini halda uppat, skrivar Steve Witfkoff á X.










