USA sendir ísraelsk starvsfólk til bumbuskýli

USA hevur ávarað um, at eitt iranskt álop á Ísrael kann vera á veg.

Jim Urquhart/Reuters/Ritzau Scanpix

Amerikanska sendistovan í Ísrael sigur við øll starvsfólk og familjur teirra, at tey skulu leita sær skjól fyribils.

Vegleiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá amerikansku sendistovuni í Ísrael.

Stutt áðrenn fráboðanin varð løgd út á heimasíðuna, søgdu dulnevndir amerikanskir embætismenn í amerikanska samveldishøvuðsstaðnum, Washington D.C., at Iran skjótt kann fara undir álop á Ísrael.

Ritzau/Reuters

 

 

Jim Urquhart/Reuters/Ritzau Scanpix