Í kvøld veit Reuters at siga, at USA nú hevur sent Iran eitt uppskot um eina kjarnorkuavtalu.
Tað er serligi miðeystursendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, sum hevur sent Iran uppskotið vegna Hvítu Húsini.
Talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, sigur, at hetta er eitt ítøkiligt og hóskandi uppskot til eina karnorkuavtalu.
Sambært Reuters leggur Karoline Leavitt aftrat, at tað eigur at hava áhuga hjá Iran at góðtaka uppskotið hjá USA.
USA hevur áður hótt við at bumba Iran, um landið ikki gongur við til eina kjarnorkuavtalu.