– Hevur tú koyrikort?? Hetta er ofta tann fyrsti spurningurin ungdómar fáa, tá teir eru úti og leita sær eftir læruplássi. Um svarið er nei, so er næsti spurningur, nær kanst tú taka koyrikortið?
Soleiðis skrivar landsstýrismaðurin í ferðslumálum, Jóhan Christian á Facebook í dag, har hann reisir spurningin, hvørt tað er rætt at lata 17 ára gomul taka koyrikort.
– Fyri flestu læruplássini er tað sera umráðandi, at lærlingar teirra hava loyvi at koyra bil, so skjótt sum møguligt, sigur hann.
– Eg haldi, at tíðin nú er búgvin at kanna, um tað ikki er rætt at 17 ára gomul kunna taka koyrikort í Føroyum, eins og tey í londunum rundan um okkum hava kunna í nógv ár.
– Lat okkum fáa hetta mál væl upplýst, so Løgtingið kann taka hetta mál upp seinni í ár.
Hvat halda tit? ...spyr hann á Facebook.