Danski USA-serfrøðingurin Mads Fuglede, sum hevur verið sera varin í sínum metingum upp undir forsetavalið, segði fyri einari løtu síðani við TV2, at tað er eingin ivi um, at Barack Obama verður afturvaldur.
Sambært CNN hevur Mitt Romney higartil tryggjað sær 158 valmenn, og Barack Obama hevur 147.
Í Florida heldur uppteljingin fram. Fyri einari løtu síðani vóru 88 prosent av atkvøðunum taldar, og tá hevði Obama fingið 16.000 fleiri enn Romney.
Um 20 minuttir lata tey seinastu valhølini aftur. Tað er á Hawaii-oyggjunum, har Barack Obama vaks upp.