USA hevur nú biðið Danmark um loyvi at nýta radarstøðina í Thule til ta ætlaðu rakettverjuskipanina. Samstundis hava bretar fingið sama fyrispurning, tí har ætla amerikanarar at nýta radarstøðina í Fylingdale.
Uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin hjá grønlendska Landstinginum viðgjørdi amerikanska fyrispurningin sunnudagin, og í gjár var spurningurin til viðgerðar í uttanríkispolitisku nevndini hjá Fólkatinginum.
Samstundis hevur nývaldi grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Josef Lotzfeldt, fingið innbjóðing um at taka lut á einum fundi, sum Per Stig Møller, uttanríkisráðharri fer at hava við Clon Powell, uttanríkisráðharra í Washington í dag.
Sambært danska blaðnum Information hava amerikanarar biðið um loyvi at útbyggja radaran í Thule, so hann kann verða liður í einari skipan, sum skal verja USA ímóti rakettálopum úr Miðeystri og Norðurafrika.