USA verður verandi í Asia

Amerikanski forsetin, George W. Bush, kom í gjár til Suðurkorea eftir at hava verið í Japan. Har lovaði hann, at USA fer at varðveita sína hermegi í Asia

Tað var í einari røðu í japanska tjóðartinginum, at George W. Bush, forseti boðaði frá, at USA ætlar at varðveita sína hermegi í Asia. Hann gjørdi samstundis greitt, at USA fer at verja Suðurkorea ímóti øllum ágangi, og at stjórn hansara fer at fullføra ætlanina um eina rakettverjuskipan.
Bush greiddi japansku politikarunum frá, at hann er til reiðar at nýta amerikanska megi til at hjálpa londum sum Avstralia, Thailandi og Filipsoyggjunum. Amerikanskir hermenn komu herfyri til Filipsoyggjarnar. Sambært stjórnini í Washington skulu hermenninir hjálpa stjórnarherinum í bardaganum ímóti yvirgangsmonnum, sum verða hildnir at hava samband við felagsskapin al-Qaeda hjá Osama bin Laden.
- USA eigur at vera í hesum partinum av heiminum. Vit hava ongantíð verið so sannførdir um hetta sum nú, segði Bush í japanska tjóðartinginum.
Hann segði seg ikki ivast í, at Japan fer at koma burtur úr teimum búskaparligu trupulleikunum, sum landið hevur at dragast við. Júst búskapurin var eitt av høvuðsevnunum í samráðingunum millum Bush og japanska forsætisráðharran, Junichito Koizumi.
Í gjár kom Bush til suðurkoreanska høvuðsstaðin Seoul. Har høvdu myndugleikarnir skipað fyri sera umfatandi trygdartiltøkum, tí nógvir suðurkoreanar hava mótmælt, at Bush herfyri tengdi grannalandið Norðurkorea at Iran og Irak.
Úr Suðurkorea fer Bush til Kina, sum er seinasta landið, hann vitjar á Asia-ferðini.