USS Harry Truman á veg úr Noregi

333 metrar langi flogberin sigldi í dag út eftir Oslofjørðinum, her hann hevur verið síðan fríggjadagin

Ein av heimsins størstu flogberum, USS Harry Truman, var í dag á veg út eftir Oslofjørðinum.

 

Skipið, sum er 333 metrar langt og hevur millum 4500 og 5200 fólk umborð, hevur verið í Noregi síðan fríggjadagin.

 

Norska verjan sigur, at flogberin nú skal samstarva við norsk herfólk í venjingum.

 

- Hetta verður ein felags venjing saman við norsku verjuni, men hvar, nær og hvussu, kunnu vit einki at siga um.

 

Soleiðis sigur talsfólk fyri norsku verjuna, Henrik Omtvedt Jenssen, sambært tíðindastovuni NTB í dag.