Ússaligt av Býráðnum

Formaðurin í Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum sigur, at persónliga hóttanin frá Býráðnum móti nevndarlimunum er so langt úti, at tey bara kunnu flenna at Býráðnum

Ein meiriluti í Tórshavnar Býráð hevur samtykt, at nevndarlimirnir í Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum skulu ábyrgdast persónliga fyri møguligt fíggjarligt tap, Tórshavnar Kommuna fær av arbeiðsósemjuni á Skúlatannlæknastovuni.

»Hatta er bæði skammiligt og niðurverdigandi av Býráðnum at gera. Tað er so langt úti, at eg bara flenni at hasum,« sigur Andrias Poulsen, formaður í Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum.

Hann sigur, at hann veit væl, hvaðani hatta uppskotið kemur.

Hatta er júst orðalagið og arbeiðshátturin hjá Jógvani Páll Lassen, advokati, sum er juridiskur ráðgevi Býráðsins, sigur Andrias Poulsen

»Hatta havi eg upplivað fyrr haðani,« sigur Andrias Poulsen. »Eg havi eisini verið úti fyri, at tað hevur verið sagt, at Andrias Poulsen skal hefta persónliga,« sigur hann.

Andrias Poulsen heldur, at Býráðið man kenna seg rættiliga spert, tá teir krúpa so lágt sum hatta har.

»Og so er tað ein tjóðveldismaður, sum situr í formanssessinum. Teir, sum kalla seg verkamannaflokk.«

Leivur Hansen, býráðsformaður, sum saman við Inga Mohr legði uppskotið um persónligt hefti fram, sigur, at hann hevur eitt at hugsa um í hesum førinum. Og tað er kassin hjá Kommununi.

Hann vísir á, at Býráðið metir arbeiðssteðgin ólógligan, og tískil má ein ábyrgd plaserast.

Tað er rætt, at tað er juridiski ráðgevin hjá Tórshavnar Kommunu, Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum hevur mælt Býráðnum til at gera so.

Men Jógvan Páll Lassen vísir samstundis á, at fyri at kunna áleggja nevndarlimunum nakað endurgjaldskrav, er neyðugt hjá Tórshavnar Kommunu at skjalprógva eitt møguligt fíggjarligt tap.

Jógvan Páll Lassen sigur, at hetta ongantíð er hent í Føroyum fyrr. Men í Danmark er komið fyri, at feløg og nevndarlimir hava fingið bót fyri ólógligar arbeiðssteðgir.

Andrias Poulsen metir, at hatta er ein roynd at ræða fólk frá at taka á seg fakfelagsarbeiði. Hann sigur, at fleiri fakfelagsfólk hava vent sær til hansara. Og tey halda, at hatta er bæði bíligt og jánkasligt av Býráðnum at gera.

Leivur Hansen, býráðsformaður, sigur, at Býráðið ikki hevur samtykt endaliga, at nevndarlimirnir skulu ábyrgdast.

Um so verður, at fíggjarligt tap kann staðfestast, skal Býráðið atkvøða av nýggjum, hvørt nevdarlimirnir skulu ábyrgdast ella ikki.

Men ein slík hóttan plagar at hjálpa, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, og vísir til eitt mál, har Føroya Arbeiðarafelag bakkaði í eini ósemju, eftir at hóttan um endurgjaldskrav varð sett fram.

Tá málið var fyri í Býráðnum, varð atkvøtt við navnakalli. Fýra býráðslimir atkvøddu í móti uppskotinum hjá Inga Mohr og Leivi Hansen.

Teir fýra býráðslimirnir vóru Elin Lindenskov, Hallstein Sigurðsson, Klæmint Olsen og Heðin Mortensen.