Ustaša og Torcida Split: kroatisk søga og fótbóltssøga

Eitt sindur um kroatiska nationalismu og fjepparafelagsskapin Torcida Split

Kroatiskir fótbóltsfjepparar hava meiggjað Havnina til við graffiti, har bæði navnið á fjepparafelagsskapinum Torcida Split, hakakrossar og navn og búmerki hjá fasistisku og nationalistisku kroatisku rørsluni Ustaša (úttalað: Ustasja) nú síggjast ymsastaðni í býnum.

 

Ustasja var ein ultranationalistisk kroatisk rørsla og yvirgangsfelagsskapur, sett á stovn í 1929 av Ante Pavelić. Ustaša merkir ‘uppreistrarmaður’ á kroatiskum, og rørslan – sum heintaði hugsjónarligan íblástur í fasismuni – virkaði fyri einum sjálvstøðugum Kroatia, og var partur av samansvørjingini, ið myrdi jugoslaviska kongin Aleksander í Marseille í 1934.

 

Við stuðli úr ásveldunum stýrdi Ustaša tí sjálvstøðuga Kroatia frá 1941 til 1945; eitt ríki, sum í veruleikanum var eitt fasistiskt tegnríki. Í hesum tíðarskeiðnum framdi rørslan umfatandi fólkamorð móti serbum, jødum og romafólki.

 

Undir balkankríggjunum í 1990’unum varð heiti Ustaša serliga brúkt av mótstøðifólki um kroatiskar og bosniskar-kroatiskar hernaðarligar og hálvhernaðarligar rørslur.

 

##med2##

 

Torcida Split: ein søga við bardøgum og kríggi

 

Torcida Split (úttala: Tortsida), fjepparafelagsskapurin hjá Hajduk Split – eitt fótbóltsslið úr kroatiska strandarbýnum Split í landslutinum Dalmatia – varð settur á stovn í 1950. Vanligt er at hoyra, at Torcida er elsti fjepparafelagsskapur í heiminum.

 

##med3##

 

Felagsskapurin skrivar á heimsíðu síni, at í 1980’unum var hørð kapping í Balkan-londunum um, hvør fjepparafelagsskapur var ‘harðast’ og ‘svakast’, og at bardagar millum fjepparafelagsskapir vóru vanligir – serliga tá Torcida ferðaðist til serbiska høvuðsstaðin Beograd, ella fjepparar hjá serbiska høvuðsstaðarfelagnum Reyða Stjørna komu til Split.

 

Felagsskapurin skrivar eisini, at fleiri limir í Torcida vóru partur av kroatisku heimlandsverjuni í 1990’unum, tá kríggj var í Jugoslavia, og kroatar stríddist móti serliga serbum.

 

Limir í Torcida Split hava leingi verið settir í samband við kroatiska nationalismu, nýnazismu og høgravíðgongdar hugsjónir.

 

HB og Hajduk Split spæla kl. 20 í kvøld á Tórsvølli. Fyrri dysturin endaði 2-0 til Hajduk Split, so havnarmenn kunnu enn taka øll av bóli og spæla seg víðari út í Evropa.

 

LES EISINI: 300 kroatiskir fótbóltsfjepparar í Føroyum: Summir eru provokerandi

 

Ante Pavelić, ið stovnaði Ustaša, saman við italska einaræðisharranum, Benito 'Il Duce' Mussolini, og Ciano greiva, italska uttanríkisráðharranum, í Rom í apríl 1941