Tað mest forkunnuga ella forvitnisliga á festivalinum í ár mundi vera tað serliga verkið, sum festivalurin hevði bílagt, og sum var gjørt júst til hetta høvið. Tónaskaldið, sum heitt var á, er ein dani við føroyskum blóði blandað uppí. Hann eitur Niels Præstholm og er sera virkin bassleikari. Verkið er skrivað til bólkin Embla, sum er samansettur av eini jazz sekstett við trimum strúkarum afturat.
Embla
Navnið Embla er úr norrønu gudalæruni og er heitið á fyrstu kvinnuni sambært norrønu mytologiini. Tú fert at hugsa um bólkin Yggdrasil, har okkara egni Kristian Blak er við. Til felags hava bólkarnir meira enn norrøna navnið. Teir eru samansettir av tónleikarum úr fleiri norðurlondum, og teir spæla modernaðar komposisjónir, sum heldur eru bygd á temu og hugløg enn á ávís stílsløg - so um man skal kalla tað jazz, klassiskt ella okkurt heilt annað, er ilt at siga.
Tað er av tí sama heldur ikki av tilvild, av nøvnini á bólkunum báðum er norrøn. Niels Præstholm og Embla eru stuðlað av NOMUS, tí norðurlendsku tónleikanevndini, og tað er helst júst tí, at bólkurin er ein norrøn tvørmentunarlig verkætlan.
Verkið
Í skránni varð lýst við at verkið ÚT, ÚT, ÚT! er merkt av Føroyum og at grundarlagið undir verkinum er føroysk mentan. Bólkurin legði øgiliga harðliga og larmandi til brots, og tú spurdi teg sjálvan, um hetta var fatanin, tónaskaldið hevði fingið av Føroyum. Tónarnir blíðkaðust skjótt aftur, men tú hevði ilt við at kenna nakað føroyskt aftur ímillum teirra. Ikki fyrr enn móti endanum hoyrdist okkurt kent. Eftir næstan at hava verið so víða um - víðvíkjandi rútmu, tempo og takt sum tilber - endaði komposisjónin við eini variasjón yvir eitt kent føroyskt skjaldur.
Tónleikararnir
Tað var týðiligt, at tað var ein frumframførsla. Tónleikararnir vóru sera nærlagdir og konsentreraðir. Av og á sást, at onkur hevði mist seg burtur. Verkið var býtt upp í satsir, og allir leikararnir høvdu nótabløð frammanfyri sær, men henda sermerkta samansetingin av tónleikaligum íblástri úr øllum heiminum, gjørdi ikki uppgávuna lætta hjá teimum.
Dugnaligir vóru teir. Strúkararnir høvdu lyndi til at hvørva - bæði í komposisjónini og í ljóðmyndini, men jazz sekstettin spældi sera væl. Thomas Gustavson á sopranino sax og Nils Olav Johansen á guitar skaraðu framúr við sínum spennandi improvisasjónsinnsløgum. Trummuspælarin var eisini frálíkur.
Yvirhøvur
Samanumtikið var tað eitt sera spennandi verk, og teir fáu áhoyrarnir, sum vóru við frá byrjan hetta hóskvøldið, vóru eina góða uppliving ríkari. Niels Præstholm hevði sanniliga verið úti um seg og savnað tilfar. Tað er nakað um tað, hann sigur. Man má fara út at læra verðina at kenna - júst tí, at tú samstundis lærir teg sjálvan at kenna...