Enn eitt lið av dugnaligum klædnastylistum vóru til próvtøku í vikuskiftinum. Talan er um sjey kreativar og ágrýtnar kvinnur í aldrinum 22 til 63 ár, sum nú í fýra mánaðir hava flutt seg inn í annan heim at kannað kropskap, litir, tilfar og tilskering í arbeiðinum at læra at finna tað besta fram í einstøku kvinnuni.
Tær hava flutt seg frá tí kenda til tað eksperimenterandi, bjóða sær sjálvari og modellunum av í eini støðugari menning av, hvat ber til. Bikini til Guðrun & Guðrun kjólar, litir til tær svartklæddu kvinnurnar, mynsturkrasj og klassisk-boheme stylingar við myndatøku í heimastudio ella on location, Garderobucheck og Personal Shopping er bert nakað av tí, tær hava arbeitt seg ígjøgnum.
Bæði verkliga og skrivliga eru tær væl grundaðar og bjóða støðugt sær sjálvari av í arbeiðinum at finna nýggjar loysnir at menna bæði seg sjálva og modellina. Ein fantastisk uppliving at fylgja við í arbeiðinum og menningini, sigur Katrina í Geil, sum er lærari.
Til gleði fyri kundarnar í handlinum Insito á Toftum hevur fyrsta handilsfólki nú tikið útbúgvingina. Talan er um Sigrun Johannesen, sum eigur handilin. Umframt at duga framúr væl at fáa tað vakra fram í einstøku kvinnuni og greiða frá, hví og hvat skal gerast, dugur hon at síggja møguleikar og skapa fjølbroyttar gerandis- og veitslussett.
Elin Lindenskov, sum umframt at hava stóran áhuga fyri endurnýtslu, eisini er handarbeiðslærari hevur brúkt tann vinkulin í síni menning sum stylistur. Sum próvdómarin, Siri Sørensen, blaðstjórin á Kvinnu, segði, so fær hon styla endurnýtslu-klæðir til nakað feminint og sexut J.
Næsta útbúgvingin er ætla at byrja í februar. Enn eru pláss eftir.
Tekstur til myndina:
Handarbeiðslærarin og bloggarin Elin Lindenskov, Hervør Dam Samuelsen, Harda Emma Skoradal, designari og stylistur Katrina í Geil, Barbara Jónsdóttir, Gunnleyg Durhuus, Ria Bøgesvang og Sigrun Johannesen, sum hevur handilin Insito á Toftum