Mánadagin 20. oktober 2025 verður hátíðarhald á Miðnámi á Kambsdali í sambandi við at 3. byggistig í útbyggingini av skúlanum er liðugt.
Djóni Nolsø Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum setti hakan í 7. juni 2023 og nú er útbygdi skúlin klárur at taka alment í nýtslu, skrivar landsverk.fo.
Alment hátíðarhald verður á skúlanum kl. 13.30. Landsstýrismaðurin heldur røðu og skúlakórið syngur. Øll eru boðin til ein drekkamunn og okkurt gott til góman. Opið hús er fram til kl. 17.00, boðar Landsverk frá.