Fundurin var á sendiharrabústaðnum hjá Brasil í Keypmannahavn.
Á fundinum handaði ráðharrin landsstýriskvinnuni eina landagóðkenning av Føroyum. Landagóðkenning er týdningarmesta stig á leiðini til, at Føroyar kunnu útflyta fiskavørur til Brasil.
Í okkurt um 15 ár hava Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsstýrið arbeitt fyri at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við Brasil. Serliga føroyskir saltfiskaframleiðarar hava leingi havt ynski um at fáa atgongd til brasilska marknaðin. Í árunum eftir kríggi og fram til 1970árini útfluttu føroyingar nógvan saltfisk til Brasil, men útflutningurin datt niðurfyri, tá prísurin í Brasil ikki longur var kappingarførur við prísin, ið fekst fyri saltfisk í Evropa.
Í fjør vóru umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan á eftirlitsvitjan í Føroyum. Vitjanin gekk væl, og úrslitið er, at Føroyar nú hava fingið landagóðkenning frá Brasil. Góðkenningin merkir, at Heilsufrøðiliga starvsstovan er viðurkend av brasilsku myndugleikunum og kemur framyvir at standa fyri øllum heilsufrøðiligu viðurskiftunum við Brasil.
Á fundinum umrøddu landsstýriskvinnan og vararáðharrin eisini, hvussu samhandil og samstarv landanna millum kunnu mennast.
Sirið Stenberg segði eftir fundin: “At samstarva við fleiri lond og geva føroyskum fiskaútflytarum møguleika at virka á fleiri marknaðum er eitt av aðalmálunum í okkara uttanríkispolitikki,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. “Brasil er ein stórur og áhugaverdur marknaður fyri Føroyar, og telist millum størstu búskapir í heiminum. Landsstýrið vil slóða fyri útflutningi og øðrum vinnuligum sambondum við Brasil og tí kanna vit møguleikarnar fyri at gera eina vinnuferð til Brasil.”