Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya yvir útflutningin vísir, at Føroyar fyrstu fimm mánaðirnar í ár útfluttu vørur – í høvuðsheitum alilaks og fisk – fyri 2,515 milliardir krónur. Hetta er 9 prosent meira enn somu tíð í fjør.
Útflutningurin av alilaksi var væl minni fyrstu fimm mánaðirnar í ár enn somu tíð í fjør. Í nøgd minkaði útflutningurin við 13 prosentum, og virðið á útflutninginum var 140 milliónir krónur minni.
Útflutningurin av uppsjóvarfiski var nógv størri teir fyrstu mánaðirnar í ár enn somu tíð í fjør. Í nøgd vaks útflutningurin 86 prosentum, og virðið var 290 milliónir krónur hægri – og tað var ein vøkstur á 143 prosent.