Útjaðarin ? natúrligur javnaðarpolitikkur

.

BÝRÁÐSFORMAÐURIN á Tvøroyri fegnast um, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at gera nakað við trupulleikarnar hjá útjaðaranum, sum varð meinast raktur í kjalarvørrinum frá búskaparkreppuni.


TAÐ er ikki nýtt, at Javnaðarflokkurin talar fyri at menna útjaðaran. Grundleggjandi í javnaðarhugsjónini er at virka fyri at skapa øllum landsins íbúgvum somu kor og liviumstøður ? líka mikið, hvar tey búgva.


TÍ hevur Javnaðarflokkurin altíð stuðlað virkisætlanum kring landið, um útlit vóru fyri lønandi rakstri. Seinastu árini er flokkurin tí eisini skuldsettur fyri at hava lagt flakavirki á hvørjum tanga, tí nú gongur rákið ímóti at hava so fá virki sum gjørligt. Hugtakið »bygdamenning« er vorðið skemdarorð.


MEN nú er tvingandi neyðugt at menna útjaðaran. Hetta hevur leiðsla Javnaðarfloksins ásannað, og landsstevnan herfyri tók dyggiliga undir við, at neyðugt er við eini miðvísari ætlan at menna útjaðaran, so alt virksemið ? og alt fólkið ? ikki endar á nøkrum fáum stórplássum.


MEN neyðugt er við eini miðvísari ætlan, og neyðugt er, at politisku flokkarnir virka saman. Tað er heilt givið, at menningarætlan fyri útjaðaran kemur at kosta, tí neyðugt er ikki bara við vinnuligum virksemi, men sanniliga eisini við betri tænastuveitingum.


EITT er at leggja almennar stovnar út. Eitt annað er at stovna ein nýggjan menningargrunn, sum bara lænir til útjaðaran. Eitt triða er at skipa so fyri, at útjaðarin fær somu farma- og flutningsprísir og flutningsmøguleikar sum meginøkið hevur.


MEN í løtuni darvar kommunuskuldin fleiri bygdir og býir so mikið, at har býðst ikki bøtur, um serlig tiltøk ikki verða sett í verk. Samstundis sum fólkatalið alsamt minkar í fleiri bygdum og býum, letst landsstýrið ikki um vón.


VIT menna ikki føroyska samfelagið, um vit ikki eisini menna útjaðaran. Útoyggjarnar og útjaðarin er sereyðkenni fyri Føroyar. Har liva tey enn eitt »føroyskt lív« og har trívist føroysk mentan. Haðani er meginparturin av fiskinum komin ? ja, alt útflutningsvirðið ? og tí má og skal útjaðarin mennast aftur.