Útlendingamál á skrá á toppfundi

Kaj Leo Holm Johannesen og Helle Thorning Schmidt fara í vikuni á fund, har tey millum annað skulu umrøða útlendingamál.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal í vikuni á fund við Helle Thorning-Schmidt. Talan er um árliga fundin teirra millum.

 

Millum evnini, tey skulu viðgera, er yvirtøka av útlendingamálum. Hetta evni hevur jú verið nógv umrøtt seinastu tíðina, bæði hvat viðvíkur útlendskum arbeiðsfólki, flóttafólkum og markaeftirliti. Á fundinum um útlendingamál skulu tey eisini umrøða dagsins støðu á eftirlitinum við føroyska landamarkinum.

 

Onnur mál, ið skulu viðgerast, eru viðurskiftini hjá Danmark við ES, rættsliga støða Danmarkar í ES, og hvørja ávirkan, tað kann fáa á Føroyar, um Danmark velur at knýta seg tættari at evropeiska bankasamstarvinum. 

 

Eisini skulu stjórnarleiðararnir báðir kunnað hvønn annan um politisku og fíggjarligu støðuna hjá ríkispørtunum báðum.

 

Seinni í vikuni skal Kaj Leo Holm Johannesen eisini á fund við Martin Lidegaard, uttanríkisráðharra.