Útlendingar skulu úr føroysku fiskivinnuni

Tilfeingisgjald skal koma fiskivinnuni til góðar

Sum støðan er nú, er best at seta fullkomið bann fyri, at útlendingar eiga í føroysku fiskivinnuni.

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, nú flokkurin hevði landsfund í gjárkvøldið.

 

Hann vísir á, at nú tosað verður um ein anýggja fiskivinnunýskipan, er ein høvuðsspurningur, hvussu stóran part av føroysku fiskivinnuni eiga útlendingar í veruleikanum.

Og ein annar spurningur er um útlendingar framhaldandi skulu sleppa at eiga í føroysku fiskivinnuni

 

Kári P. Højgaard sigur, at tað stendur púra greitt í lógini um vinnuligan fiskiskap, at útlendingar kunnu bara eiga ein triðing í føroyskum fiskiskipum.

Men kortini er støðan tann, at strámannavirksemi og lánikapitalur, gera tað næstan ógjørligt at eftirkanna og staðfesta veruliga eigaraskapin.

- Skulu vit framhaldandi  gera sum gjørt hevur verið higartil, venda tað blinda eyga til, ella gera vit tað einasta rætta, staðfesta at lóg er lóg og hon skal haldast, spyr Kári P. Højgaard.

 

Hann staðfestir, at ber ikki til at umsita skipanina, tá útlendingar eiga ein triðing, eiga vit at skera ígjøgnum og at seta eina lóg í gildi sum staðfestir, at útlendingar skulu ikki sleppa at eiga í føroyskari fiskivinnu yvirhøvur.

- Eitt tað størsta vandamálið í fiskivinnuni, hevur verið keyp og søla av fiskiloyvum, sigur Kári P. Højgaard.

- Hetta hevur ført til eina yvirkapitalisering í vinnuni, sum hevur tyngt raksturin hjá teimum skipum, sum framhaldandi eru í vinnu og somuleiðis eru stórar peningaupphæddir eru tiknar út úr fiskivinnuni.

- Verður ein loysn funnin á hesi avbjóðingini, eru vit komin eitt stórt fet nærri eini endaligari nýskipan av fiskivinnuni, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum.

 

Hann sigur eisini, at so leingi vit hava so stórar nøgdir av uppsjóvarfiski, tekur Sjálvstýrisflokkurin undir við, at ein minni partur kann seljast á uppboðssølu.

Somuleiðis hevur Sjálvstýrisflokkurin eisini eina greiða meining um tilfeingisgjald.

- Tilfeingisgjald kann ongantíð verða álitið, tá ið hol í fíggjarlógini skulu fyllast. Peningurin eigur fyrst og fremst at koma sjóvinnuni, eftirlitinum, fiskiransóknum og havumhvørvinum til góða, sigur Kári P. Højgaard.