Útlendingarnir tóku fyri seg

Fótbóltur: B68 vann stórsigur á Royn

Í fjør spenti Royn seg orduliga út í steypakappingini. Úrtøkan í bólkaspælinum í ár sigur frá, at tað hava teir ikki gjørt í ár. Teir hava einki stig fingið, og 29 ferðir er bólturin farin ígjøgnum hjá teimum.

Royn hevur skorað trý mál. Eitt fingu teir á Svangaskarði. Tað var Alexander Vukotic, sum stútaði bóltin inn um Magnus Poulsen, ið annars hevði millum lítið og einki at gera. Málið kom eftir snarálop, og støðan gjørdist tá 3-1.

Andréy Stakhánov gjørdi eitt orduligt hál hjá B68. Hann skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki ? fyrst við skoti úr 15 metrum og so, tá hann var einsamallur við málverjanum ? og í seinna hálvleiki fullførdi hann reint hattrick, tá hann stútaði tvørbólt frá Øssuri Hansen í málið.

Hin russarin, Serghéy Kréksjin, legði upp til 4-1, eftir at hann hevði vunnið nærdyst. Tvørbóltin setti Ingi Hansen, sum í 1. hálvleiki hevði avloyst skadda Øssur Jacobsen (verður neyvan við fyrstu umførini í landskappingini), í málið.

Fróði Benjaminsen varð feldur í brotsteiginum, og Andréy Stakhánov fekk úrtøkuna úr ellivu metrum. Í 1. hálvleiki bjargaði málverjin brotssparki frá Jan Petersen. Lat okkum í hesum sambandi leggja afturat, at Jan Petersen eigur at verða skrásettur fyri annað málið, sum í dystinum móti GÍ í Gøtu varð skrásett sum sjálvmál.

Øssur Hansen og Jákup Eli Olsen (var ikki heilt væl fyri og byrjaði ikki inni) staðfestu rimmar sigurin.

Serliga í 2. hálvleiki var talan um einvegis ferðslu. Tá var týðuligt, at breiddin hjá 1. deildarliðnum er størri enn hjá 2. deildarliðnum.


B68-Royn7-1 (2-0)

1-0: Andréy Stakhánov

2-0: Andréy Stakhánov

3-0: Andréy Stakhánov (br.)

3-1: Alexander Vukotic

4-1: Ingi Hansen

5-1: Andréy Stakhánov

6-1: Øssur Hansen

7-1: Jákup Eli Olsen