Útlendingur spældi koyrikortið av sær

Ein útlendingur, sum verður tikin fyri at koyra við kenning í Føroyum, missir passið, til viðurskiftini eru avgreidd.

Beint fyri midnátt í gjárkvøldið tók løgreglan ein bilførara í miðstaðarøkinum fyri at koyra við kenning. Tað vísti seg, sigur løgreglan, at hetta var ein útlendingur.

 

- Tað er eitt sindur øðrvísi, tá útlendingur soleiðis verður tikin fyri at koyra við kenning og ein føroyingur. Ein útlendingur missið passið, til viðurskiftini her heima eru avgreidd.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini vísir á, at í slíkum føri verður passið tikið, til útlendingurin hevur fingið sína sekt.

 

- Vanliga er tað soleiðis, at viðkomandi missir rættindini at koyra í Føroyum, men tað er ikki vist, at hetta ávirkar rættindini at koyra í egum landi.

 

Vakthavandi sigur, at ferðslulógirnar kring um í londunum eru ikki eins, men í hesum føri fær bilførarin helst eina bót, samstundis sum útlendingurin ikki sleppur at koyra aftur í Føroyum í eitt áramál.

 

- Tá bilførarin hevur verið til avhoyringar, og málið annars er avgreitt her heima, fær viðkomandi passið aftur, verður sagt av løgreglustøðini í Havn.