Á miðdegi í gjár sá løgreglan á einum vakmyndatóli í Eysturoyartunlinum, at ein súkklari koyrdi runt í rundkoyringini mitt inni í tunlinum.Hann steðgaði á og tók myndir, so hann gav sær góða tíð. Men støðan er altso tann, at tað er ikki loyvt at súkkla ígjøgnum Eysturoyartunnilin, so løgreglan fór niður í tunnilin eftir honum.
Tað vísti seg at vera ein útlendskur ferðamaður og hann segði, at hann hevði ikki sæð nakað skelti, sum vísti, at tað ikki var loyvt at súkkla ígjøgnum tunnilin. Løgreglan sigur, at tístil koyrdu tey súkklaran út um og vístu honum skelti, har tað stórt og týðiliga stendur, at tað er ólógligt at fara í tunnilin við súkklu. Løgreglan sigur, at hetta kostaði útlendska ferðamanninum 500 krónur í bót og av tí, at talan er um ein útlending, skal bótin gjaldast alt fyri eitt.
Løgreglan sigur, at tey høvdu vænta at fáa ávísar trupulleikar av, at fólk fóru á súkklu ígjøgnum tunnilin, men í roynd og veru hendir tað seg rættiliga sjáldan.